2025-03-14 11:27

Á ársins veðurlagsdegi verður ljós varpað á altjóða viðurkendar ávísar – indikatorar – sum kunnu vísa og samanbera, hvussu lond handfara avbjóðingar, ið veðurlagskreppan hevur við sær skriva stigtakararnir tilk hetta afturvendandi tiltakið.
Við støði í hagtølum og kanningum fara føroysk fakfólk at leggja fram og hugleiða um, hvussu vit her á landi handfara veðurlagsbroytingar, meðan roynt verður at knýta hesa vitan til nevndu ávísarnar.
Veðurlagsdagurin 2025 er eitt samstarv millum Umhvørvisstovuna, Veðurstovuna, Havstovuna, Hagstovuna, Landsverk, Fróðskaparsetrið, Tjóðsavnið, Jarðfeingi og Firum.

Skráin fyri veðurlagsdagin 2025:
Kl. | Evni |
---|---|
13:00 | Vælkomin Margit Stórá, Landsstýriskvinna |
13:10 | Um veðurlagsdagin 2025 Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan |
13:15 | Veðurmátingar gjøgnum 152 ár Turið Laksá, Veðurstova Føroya |
13:30 | Um ávísar fyri veðurlagsbroytingar Eyð Maritudóttir Grønadal, Hagstova |
13:40 | DRÍVARAR Samlað útlát av vakstrarhúsgassi Samlaða útlátið av vakstrarhúsgassi frá tjóðarbúskapinum Maria Gunnleivsdóttir Hansen, Umhvørvisstovan |
13:55 | ÁVIRKAN Vandamiklar hendingar og vanlukkur Hækkandi sjóvarmáli Hergeir Teitsson, Umhvørvisstovan og Sissal V. Erenbjerg, FIRUM |
14:10 | Tekin um veðurlagsbroytingar Miðalsúrleik í sjógvi (pH) Ian Salter, Havstovan |
14:25 | Útbreiðsla og støða hjá sløgum Reyðlistavísital Áki Vang, Tjóðsavnið |
14:40 | Veðurlagsbroytingar og alneyðugt infrakervi / Veðurlagsbroytingar og ávirkan á flutning Sølvi Sjúrðarson, Landsverk |
14:50 | Steðgur |
15:10 | VIÐBREKNI Øki viðbrekin fyri veðurlagsbroytingum Oyggjar viðbreknar fyri veðurlagsbroytingum Lis Mortensen, Jarðfeingi |
15:25 | ÁTØK Veðurlagsbroytingar – politikkir og ætlanir um átøk Orku- og veðurlagspolitikkir Sigurð í Jákupsstovu, Umhvørvisstovan Umlegging ella avtøka av almennum stuðli til steinrunnin brennievni Hans Ellefsen, Fróðskaparsetur Føroya |
15:55 | TILLAGING Yvirvøka av veðurlagsbroytingum Skipan av veðurmátingum Bárður A. Niclasen, Veðurstova Føroya Skipanir at hava yvirvøku við luftgóðsku Sigurd Christiansen, Fróðskaparsetur Føroya |
16:25 | Við støði í dagsins framløgum, verður tikið samanum Marita Rasmussen, Havstovan |
Tiltakið er alment og ókeypis, tó er neyðugt at tekna seg.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald