Uttanlands

Í Hetlandi bíða tey í spenningi….

Eftir at heimsins størsta flutningsskip, Pioneer Spirit, Páskadag kemur til Hetlands við parti av oljupalli úr Norðsjónum til upphøggingar. Hetta er so bert byrjanin til nógvar og stórar uppgávur í Hetlandi av hesum slag  komandi 5-10 árini. 

Oddamenn í veitarafyritøkuni Peterson hava stórar vónir til framtíðar

Oddamenn í veitarafyritøkuni Peterson hava stórar vónir til framtíðar "Decommissioning", avriggingarvinnuna í Hetlandi og bíða her eftir, at heimsins størsta flutningskip skal koma itl Dales Voe nærhendis Lerwick við undirstøðinum á oljupalli í Norðsjónum. Mynd Shetland News.

2022-04-17 13:31 Author image
Jan Müller
placeholder

Í Hetlandi bíða tey spent eftir, at nýggja vinnan “Decommissioning”,  avrigging av oljupallum og útbúnaði veruliga skal fáa fótin fastan í oyggjunum. Tað eru skjótt fimti ár síðani, at fyrstu olju- og gaspallarnir fingu fótafesti í norðara parti av Norðsjónum, og nú goymslurnar eru við at tømast, skulu pallar og útbúnaður annars takast niður og flytast til lands til upphøgging. Harvið skemma teir ikki umhvørvið í framtíðini. At teir so verða endurnýttir til onnur endamál hevur somuleiðis alstóran týdning.

[object Object]

Júst í hesum døgum er undirstøðið (Jacket)  á einum av risapallunum á Ninian Northern leiðini í norðara parti av Norðsjónum við at verða flutt til avriggingarstøðina Dales Voe uttanfyri Lerwick, har tað skal takast sundur komandi átta mánaðirnar. 

Hetta er aðru ferð, at ein stórur lutur frá einum oljupalli í Norðsjónum verður fluttur til Hetlands. Stjórin í fyritøkuni, Peterson Energy, Chris Coull, sigur sambært Shetland News, at hann sær fyri sær eina nýggja og bjarta tíð fyri Hetland, nú henda lutvíst nýggja vinnan tekur dik á seg. Hon fer bæði at skapa arbeiðspláss og inntøkur til oyggjasamfelagið. Felagið vónar, at hesar fyrstu uppgávurnar í 2020 og nú í 2022 kunnu vera grundarlag fyri menning av hesi vinnu í Hetlandi og er fyritøkan tilreiðar at átaka sær aðrar størri og minni uppgávur komandi nógvu árini.

Í løtuni eru undirveitarar og serfrøðingar av ymsum slag í ferð at fyrireika avriggingarhavnina í Dales Voe til at taka ímóti tí 83 metrar høga og 8500 tons stóra undirstøðinum. [object Object]


Her síggjast bæði pallur og undirstøði. Pallurin varð fluttur til Hetlands í 2020. Nú er túrurin komin til sjálvt undirstøðið. 

Komið til Dales Voe fer undirstøðið at verða flutt av Pioneering Spirit yvir á ein risastóran prám, Iron Lady, sum síðani verður togaður til betongbryggjuna og víðari í land eftir skinnarum. Har fer so arbeiðið í gongd at taka stóra lutin sundur komandi átta mánaðirnar. 

Fyritøkan, sum hevur átikið sær uppgávuna, er eitt samstarv millum Veolia og Peterson og hevur higartil gjørt uppgávur fyri olju- og gassídnaðin men er nú farið at taka aðrar uppgávur á seg eisini eitt nú innan varandi orkukeldur. Djúphavnir í Hetlandi gera sítt til, at størri avriggingaruppgávur enda í Hetlandi.

Stjórin hjá Peterson fyri uppgávur í Hetlandi, Daniel Gear sigur, at geografiskt er Hetland júst á rætta stað til at taka sær av vanligum “Decomm” uppgávum eins og verkætlanum innan varandi orkukeldur. Aftrat hesum sær felagið eisini stórar møguleikar fyri at vera við í arbeiðinum at útbyggja stóru olju- og gasskeldurnar Cambo og Rosebank vestan fyri Hetland.  

[object Object]

Tá pallurin Ninian Northern varð fluttur til lands í Hetlandi í 2020.

“Tað eru fleiri sera áhugaverdar og spennandi uppgávur næstu fimm árini í hetlendskum øki, sum vit fara at vera partur av”, sigur Coull sambært Shetland News. Roknað verður við fleiri stórum  “Decomm” verkætlanum komandi tíggju árini, hvørs eigarar so sum oljufeløgini TAQA og Repsol fara bjóða fram uppgávur til veitarar av ymsum slag.

"Vit í  Peterson ætla at bjóða uppá tær við tí fyri eygað at gera Hetland til ein miðdepil fyri hetta  slag av arbeiði,” sigur Coull. Hann er vísir í, at vit í framtíðini fara at síggja arbeiði við varandi orkukeldum, avrigging av olju- og gasspallum og útbúnaði lið um lið í hetlendska umhvørvinum. 

Her tekur hann fram risastóru verkætlanina “ScotWind”, sum snýr seg um at seta upp eitt stórt tal av havvindmylnulundum rundan um Skotland og her eisini Hetland. Hesar fara at krevja nógv pláss og somuleiðis arbeiðsorku. Saman við nýggjum útbyggingum av olju- og gasskeldum og sundurtøku av gomlum pallum fer hetta at skapa nogv virksemi og vera við til at skapa stóra menning í øllum økinum.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder