Uttanlands

IEA mælir til billeysar sunnudagar

Altjóða Orkustovnurin IEA mælir nú til at endurtaka billeysu sunnudagarnar frá seinastu orkukreppuni í 1973.

Altjóða Orkustovnurin mælir til, at vit seta bilarnar sunnudagar fyri at minka um oljunýtsluna.

Altjóða Orkustovnurin mælir til, at vit seta bilarnar sunnudagar fyri at minka um oljunýtsluna.

2022-03-20 15:32 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað kemur eitt sindur óvart á, at stovnurin kemur við hesum uppskotinum. Hann sigur, at vit skulu seta bilarnar sunnudagar og heldur ganga, súkla ella brúka bussar og tok fyri at minka um oljunýtsluna og harvið steðga prísvøkstrinum á olju og gassi. 

Stovnurin ávarar eisini um, at heimurin gongur ímóti tí størsta  oljuveitingarsjokkinum í ein mansaldur.

-Oljuframleiðslan í Russlandi fer eftir øllum at døma at fella við 3 mió. tunnum um dagin frá apríl, tá handilshús, bankar og tryggingarfeløg gevast við øllum virksemi við Russland. Avleiðingarnar av minkingini og missinum av  russisku oljuframleiðsluni á heimsmarknaðinum eiga ikki at undirmetast sigur IEA í eini frágreiðing. 

IEA hevur skotið upp fleiri átøk, sum skulu forða fyri eini veruligari orkukreppu, nú eftir at Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hesi skulu minka um oljunýtsluna við 2,7 mió. tunnum um dagin í einum tíðarskeiði uppá 4 mánaðir.  

IEA varð stovnað eftir oljukreppuna í 1973-74, tá fleiri av ídnaðarlondunum funnu fram til, at tey als ikki vórðu tilreiðar at handfara eina støðu við orkutroti.  Um tiltøkini eydnast  kann hetta vera við til at forða fyri einum veruligum sjokki á marknaðinum nú fram móti hásesongini fyri bilkoyring um summarið. Umleið 45 % av altjóða oljueftirspurninginum stavar frá ídnaðarlondunum, og flestu teirra eru limir í EIA. 

[object Object]

Millum tiltøkini eru m.a. at steðga bilkoyring sunnudagar og minka um mest loyvdu ferð á motorvegunum við 10 km. um tíman. Stjórin í IEA, Faith Birol sigur, at russiska álopið á grannalandið kann hava við sær størsta útboðsjokkið á oljumarknaðinum í fleiri ártíggu og hava við sær oyðileggjandi avleiðingar fyri altjóða búskapin.

Birol sigur, at tiltøk at minka um oljunýtsluna kunnu hava alstóran týdning. Bara ein avmarking av hægst loyvdu ferð uppá 10 km. um tíman fyri bilar og lastbilar kann minka um oljunýtsluna við 500.000 tunnum um dagin. 

Meira enn helvtin av russiska útflutninginum av olju fer til Evropa, 20% til Kina upplýsir IEA. Men oljumarknaðurin er globalur og tí fara avmarkingar í útboðnum og hægri prísir at raka øll. Greinarar vilja longu nú vera við, at hendir einki so kunnu vit fara at uppliva ein oljuprís uppá millum 200 og 300 dollarar fyri tunnuna.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder