Sambært mánaðarligu oljumarknaðarfrágreiðingini fyri august verður roknað við, at eftirspurningurin í ár verður 103,3 milliónir tunnur um dagin. Tað eru 510.000 tunnur um dagin minni, enn stovnurin metti í síðsta mánaði.
-Hóast marknaðurin væntast at venda til yvirskot móti endanum av árinum, eru vandarnir framvegis stórir, og tað er vorðið týdningarmiklari at fáa Hormuz-sundið latið uppaftur, tí áður tøkar goymslur verða skjótt brúktar upp,“ skrivar IEA.
Stovnurin væntar ein munandi vøkstur í eftirspurninginum uppá 2,4 mió. tunnur um dagin næsta ár, upp í 105,7 milliónir tunnur um dagin.
Í juli metti IEA, at vøksturin í 2027 fór at verða tvær mió. tunnur um dagin.
Heimsins oljuframleiðsla vaks til 101,5 milliónir tunnur um dagin í juli. Men hetta er framvegis 6,3 milliónir tunnur um dagin minni enn sama mánað í fjør, skrivar stovnurin, sambært E24.
Orsøkin er, at útboðið úr Miðeystri er minkað við 8,3 milliónum tunnum um dagin, meðan øktar veitingar úr øðrum londum partvíst hava bøtt um hetta.
410 mió. tunnur av olju eru brúktur úr heimsins goymslum undir Iran-krígnum, og samlaðu goymslurnar eru minkaðar til umleið 7,9 mia. tunnur, sambært IEA.
Oljuprísirnir hava sveiggjað nógv. Eitt skifti í juli var oljuprísurin nærum 40 dollarar fyri í dag at liggja á nærum 90 dollarum ma. sum eitt úrslit av stóru óvissuni um framtíðar gongdina í Miðeystri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald