2023-02-08 22:15
Illveðrið 7. og 8. februar ávirkaði veðrið í meginøkinum so mikið, at tilsamans 4 styttri og longri streymslit løgdu meginøkið myrkt í tíðarskeiðnum, nakað eftir klokkan 22 týskvøldið til kl. 6.40 mikumorgun, tá øll høvdu fingið streymin aftur skrivar SEV á síni heimasíðu.
Nógvi vindurin í gjárkvøldið fekk háspenningslinjurnar í Skálabotni at sláa saman og hetta hevði við sær black-out, sum so hevði fleiri fylgifeilir við sær, ið ávirkaðu streymveitingina restina av náttini.
Í Suðuroy var eisini ódnarveður, sum tó ikki hevði ávirkan á streymveitingina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald