Uttanlands

Iranski oljuráðharrin leggur frá sær

Almenna iranska tíðindastovan sigur hetta er av persónligum orsøkum.

Iranski oljuráðharrin leggur frá sær í eini tíð, har USA leggur støðugt størri týst á Iran. Mynd Arab Daily.

Iranski oljuráðharrin leggur frá sær í eini tíð, har USA leggur støðugt størri týst á Iran. Mynd Arab Daily.

2026-10-05 15:24 Author image
Jan Müller

Júst um somu tíð sum Iran hevur víst aftur einum amerikonskum uppskoti at loysa orkukreppuna í Miðeystri hevur iranski oljumálaráðharrin Mohsen Paknejad lagt frá sær. Hetta hendir í eini tíð við framhaldandi stríði millum USA og Iran um týðandi Hormuzsundið í Persiska Flógvanum.

USA hevur hótt við at bumba Iran “sundur og saman”, um ikki landið letur upp aftur sundið, haðani  20% av allari olju og gassi í heiminum fara ígjøgnum. Men eins avgjørt USA er í hesum máli eins avgjørt er iranska stjórnin, hvørs seinasta útmelding er, at Hormuz sundið verður ikki latið uppaftur fyrr enn USA tekur seg aftur úr økinum. USA krevur tó, at Iran í stundini uttan mótkrøv lettur upp aftur sundið fyri skipaferðslu, so heimurin kann fáa hendur á nógv olju og gassi úr mongu framleiðandi londunum við flógvan. 

Tað verður stjórin fyri almenna iranska oljufelagið “National Iranian Oil Company”, Hamid Bovard, sum tekur yvir sum oljuráðharri. Tað eru annars farnir sjey mánaðir síðani USA og Iran fóru í kríggj. Tað hevur lagt eitt stórt trýst á iranska búskapin, hvørs grundarlag serliga er olja og gass. Hóast iranar siga, at tað hevur eydnast teimum at halda fram við at útflyta olju og gass, samstíðis sum USA hevur sett sín herflota til at steðga flutninginum úr Iran, so meta eygleiðarar, at støðan í Iran við minkandi oljuinntøkur er við at gerast alt meira álvarslig fyri landið. 

Óloysta støðan í Miðeystri hevur eisini fingið oljuprísin at halda sær omanfyri 100 dollarar. 


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder