Eftir drúgvar samráðingar og ósemju í fleiri ár hava Ísrael og Libanon gjørt eina avtalu um maritima markið millum londini. Hetta fer at tryggja orkutrygdina hjá báðum londum í meira enn 20 ár, nú londini kunnu fara undir at útbyggja og framleiða gass frá risastórum gassleiðum í økinum.
Avtalan er tann fyrsta, sum verður gjørd millum londini, eftir kríggj í økinum í mong ár. Higartil hevur Libanon verið nógv heft at orku úr Iran, men nýggja avtalan fer at gera landið minni heft at innfluttari orku. Hon fer helst eisini at gera Libanon minni heft at Iran sum heild, og tað hóvar bæði Ísrael og londum í Vesturheiminum eitt nú USA.
Biden hevur skýrt avtaluna sum ein stórhending og eitt søguligt frambrot. Tað var m.a. við amerikanskari mekling, at avtalan gjørdist veruleiki.
Avtalan fer eisini at stuðla upp undir búskapirnar í báðum londum, og hon fer at fáa libanesarum eina meira trygga og støðuga elveiting.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald