Tá jarðfrøðingurin Hans R. Amundsen við toyminum AMASE (Arctic Mars Analog Science Expedition) leitaði eftir støðum at royna tól, ið kundu nýtast til at seta á Perseverance, fall valið á Føroyar, tí jarðfrøðin her varð mett at vera lík tí, ein fór at síggja á Mars. Her gjørdist Uni sum serfrøðingur í føroysku jarðfrøðini partur av arbeiðinum í Føroyum, har tey m.a. kalibreraðu tólini, sum í løtuni verða nýtt til at lýsa jarðfrøðina á Mars.
Tá Perseverance kom til Mars, vísti tað seg, at jarðfrøðin har var so meinlík føroyskari jarðfrøði, at Uni varð biðin um at gerast partur av toyminum, ið arbeiðir við dátunum, sum koma frá rovaranum á Mars.
“Enn er hetta nýtt, men eg havi altíð havt áhuga fyri jarðfrøði, sólskipanini og gongustjørnunum, og tí er tað heilt víst ein dreymur at arbeiða ítøkiliga við rúmdargransking. Mín partur av hesi gransking er at nýta tað vitan, eg havi ognað mær um føroyska jarðfrøði, síðani eg byrjaði at arbeiða á Jarðfeingi í 2004.”
Uni Árting
“Tað er gleðiligt at síggja, hvussu grundgransking í føroyskari jarðfrøði letur hurðina upp fyri samstarvi bæði yvir um hav og heilt upp á okkara nærmastu gongustjørnu. Tað er ein staðfesting av, at føroysk servitan um jarðfrøði og arbeiðið, sum dagliga fer fram á Jarðfeingi, er fult á støði við aðrar jarðfrøðistovnar kring heimin.”
Niels Christian, stjóri á Jarðfeingi
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald