Emodnet hevur sum endamál at savna og vísa dátur frá havøkjum í Evropa í sambandi við havdýpi, jarðfrøði, lívfrøði og mong onnur evni. Fundurin, sum verður hildin á Hotel Føroyum, savnar jarðfrøðistovnar frá strandalondum í øllum Evropa, og fundurin snýr seg um at vísa jarðfrøðina á havbotninum, sum øll londini savna til verkætlanina.
Verkætlanin EMODnet er fíggjað av ES, og úrslit frá samstarvinum síggjast millum annað á portalinum hjá verkætlanini: https://emodnet.ec.europa.eu.
Verkætlanin hevur savnað kortini yvir havbotnin í einum teldutøkum atlassi við heitinum “European Atlas of the Seas”, har tað ber til beinleiðis at síggja dátur, sum í løtuni eru tøkar hjá øllum at síggja.
Hósdagin 25. mai fer ferðalagið ein túr til Vágarnar, Streymoynna og Eysturoynna, fyri at kunna seg um serstaka landslagið og jarðfrøðina í Føroyum.
Kelda: jf.fo
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald