Uttanlands

Johan Sverdrup keldan tryggjar vøkstur í norsku oljuframleiðsluni

Hægri framleiðsla og størri íløgur í Norðsjónum í 2020 meta bæði myndugleikar og ráðgevarafyritøkur

Johan Sverdrup oljukeldan fær stóran týdning fyri norska oljuframleiðslu komandi nógvu árini

Johan Sverdrup oljukeldan fær stóran týdning fyri norska oljuframleiðslu komandi nógvu árini

2020-01-09 13:47 Author image
Jan Müller
placeholder

Risastóra oljukeldan Johan Sverdrup skal tryggja vøkstur í oljuframleiðsluni á norska landgrunninum í 2020. Eftir at framleiðslan minkaði eitt vet seinastu tvey árini, fer framleiðslan á Johan Sverdrup at toga hinvegin og økja um samlaðu framleiðslu í ár. Í løtuni framleiðir Johan Sverdrup 300.000 tunnur um dagin men fer at framleiða 440.000 í summar til endaliga at framleiða 600.000 tunnur, tá hon er liðug útbygd. Hetta upplýsir norska Oljudirektoratið.

Aftrat hesum kemur nýggja oljukeldan í Barentshavinum, Johan Castberg, sum fer at vera við til at økja um samlaðu framleiðsluna. Aftrat hesum kemur, at mastodonturin higartil í norskari oljuvinnu, Statfjord, nú verður mettur at kunna framleiða nógv longuri enn higartil mett. Sambært heimasíðuni E24 fer norska framleiðslan at røkka 4,1 mió. tunnum um dagin í 2020, 4,29 mió.  í 2021, 4,34 mió. í 2022, 4,4 mió. í 2023 fyri so at minka spakuliga aftur í 2024 til 4,38 mió. tunnur um dagin. Eisini íløgurnar í oljuvinnu á norska landgrunninum fara at vaksa. Tað gjørdu tær í fjør við umleið 150 mia. norskum kr., sum var 17% hægri enn í 2018. Henda støðan fer at halda sær í ár fyri síðani at lækka aftur.

Ikki bert norðmenn eru bjartskygdir um hetta nýggja oljuárið. Analysuhúsið Wood Mackenzie sigur, at feløg í Norðsjónum fyri fyrstu ferð síðani 1917 fara at økja um framleiðsluna, meðan íløgurnar eisini vaksa eftir niðurgongd seinastu árini. Framleiðslan fer at vaksa við 5% til 6 mió. tunnur um dagin metir Wood Mackenzie. Væntandi verða íløgurnar í Norðsjónum einar 25 mia. dollarar. Um somu tíð er framvegis stórur áhugi fyri at selja ognir í økinum. Í fjør vórðu ognir seldar víðari til eitt virði uppá 15 mia. dollarar. Í ár hava vit longu frætt um nýggjar sølur, eitt nú er BP í sølusamráðingum við smærri oljufeløg um ognir tess í Norðsjónum, nú tað ynskir at varpa meira ljós á sítt virksemi vestan fyri Hetland/eystan fyri Føroyar.

Ráðgevarafyritøkan sigur annars, at krøvini til lønsemi í virkseminum eru minkað munandi síðani 2014, tá kreppa var í vinnuni. Tá skuldi oljuprísurin vera  30 dollarar fyri at fáa lønandi virksemi, nú er “break even” komið niður á 16 dollarar.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder