Uttanlands

Kina tørvar kol til síni orkuverk

Hóast røddir ímóti koli í grøna orðaskiftinum so fer Kina nú at økja um innflutningin av koli

2021-10-07 11:15 Author image
Jan Müller
placeholder

Um somu tíð sum roynt verður  at steðga nýtsluni av koli í sambandi við grøna skiftið, so er greitt, at Kina tørvar kol til at framleiða streym í tess kolaorkuverkum. Roknað verður við, at Kina tí fer at innflyta nógv meira kol í hesum seinasta ársfjórðinginum í ár og í byrjanini av 2022.

Kina brúkar streym sum ongantíð fyrr, men tørvar kol til at halda lív í tess mongu kolaorkuverkum fyri at kunna framleiða tann neyðuga streymin. Tí verður roknað við, at Kina fer at innflyta nógv meira kol komandi tíðina.

Umleið 70% av kinversku streymnýtsluni verða framleidd á lokalum kolaorkuverkum, men nú er mangul á koli. Hetta hevur gjørt, at myndugleikarnir seinastu mánaðirnar hava minkað um streymnýtsluna hjá ídnaðinum. Og tað er orsøkin til, at framleiðslan á fleiri virkjum er steðgað. Mangulin á koli hevur samtíðis fingið prísin at hækka.

Trupulleikin er, at kinverjar megna ikki at nøkta eftirspurningin við koli frá egnum námum og eru tí noyddir til at innflyta meira kol úr útlandinum. Men um somu tíð hevur Kina sett forboð móti innflutningi av koli úr Australia, sum í mong ár hevur verið størsti útflytari av koli til Kina.

Enn er óvist, hvør orsøkin er til hetta, men tað ljóðar, at Kina er sera ónøgt við útspæli frá Australia um at kanna byrjanina til korona i Kina. Hetta hevur gjørt, at innflutningurin av koli úr Australia er lækkaður við meira enn 10% higartil í ár. Nú verður roknað við, at Kina fer at innflyta kol úr øðrum londum so sum Russlandi, Mongolia, Indonesia og Suðurafrika.

Tað verður eisini mett, at India, sum er stórbrúkari av koli, fer at økja um innflutningin. Tveir triðingar av indiska orkutørvinum kemur frá koli.  

Alt hetta hendir um somu tíð, sum lond í Vesturheiminum, ið ganga á odda at fremja grøna orkuskiftið, royna at alt tað tey megna fyri at fáa heimsins lond at gevast við at brúka kol í tess orkuframleiðslum. Herfyri kunngjørdi Kina annars, at tað fór at gevast við at fíggja kolaorkuverk í øðrum londum. Tað verður mett sum eitt stórt framstig í royndunum at koma útlátinum til lívs.  

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder