Uttanlands

Kinverjar bora tveir brunnar eystan fyri markið í summar

Oljufelagið Cnooc er eitt av oljufeløgunum, sum fyrr hevur víst føroyska økinum ans

Cragganmore gasskeldan liggur har norðuri á Atlantsmótinum, meðan Howick liggur sunnan fyri oljukelduna Clair, í báðum førum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið

Cragganmore gasskeldan liggur har norðuri á Atlantsmótinum, meðan Howick liggur sunnan fyri oljukelduna Clair, í báðum førum miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið

2019-06-19 15:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Kinverska oljufelagið Cnooc sigur nú frá, at tað í summar fer undir at bora tveir brunnar í økinum millum Hetland og Føroyar. Annar er leitibrunnur og hin avmarkingarbrunnur. Felagið hevur leigað heimsins størsta boripall av sínum slag, Ocean Greatwhite, til uppgávuna. Hesin boraði herfyri brunn tætt við føroyska markið og borar í løtuni ein leitibrunn á Lyon leitimiðinum har norðuri á Atlantsmótinum.

[object Object]

Cragganmore gasskeldan liggur har norðuri á Atlantsmótinu, nærhendis Lyon leitimiðinum, sum verður borað í løtuni. Boripallurin fer eftir Lyon í grannalagið at bora Cragganmore. Eru hesar boringar væleydnaðar kunnu tær loysa upp fyri eini útbygging av hesum stóra gassøkinum.

Brunnarnir, sum pallurin skjótt skal bora fyri Cnooc Petroleum, eru Howick, sum liggur sunnan fyri risastóru Clair oljukelduna, ið liggur miðskeiðis millum Hetland og føroyska markið og síðani  Cragganmore  longur norðuri í tí sonevnda ”Northern Gas Area”, har Lyon brunnurin verður boraður júst nú. Hetta er eitt áhugavert gassøki, sum fleiri stór oljufeløg miðja móti at útbyggja. Tí eru úrslitini av ávikavist Lyon boringini og í næstum av Cragganmore boringini av stórum týdningi. Verða úrslitini góð, so verður roknað við at farið verður undir eina útbygging av tí næsta stóra gassøkinum á Atlantsmótinum komandi árini. Higartil er eitt stórt gassøki farið undir framleiðslu millum Hetland og Føroyar, tað sonevnda ”Southern Gas Area”, sum fevnir um gasskeldurnar Laggan, Tormore, Edradour og Glenlivet. Hetta gassøkið fer í næstum at verða útbygt enn meira við nýggjum gassfundum, sum eru gjørd nærhendis.

[object Object]

Vit síggja syðra stóra gassøkið, sum framleiðir í dag, við høvuðskeldunum Laggan Tormore. Sunnan fyri hesar liggur oljurisin Clair, og aftur sunnan fyri henda, liggur Howick leitimiðið, sum Cnooc fer at bora í summar (reyði bletturin)

Sostatt bendir nógv á, at Atlantsmótið við tveimum ymiskum gassøkjum í framtíðini fer at fáa uppaftur størri týdning fyri framleiðslu av gassi til eitt nú bretska marknaðin. Tað verður av mongum mett, at framtíðin á Atlantsmótinum fer í stóran mun at snúgva seg um gass heldur enn olju. Stóri spurningurin í so máta er í hvønn mun verandi infrastrukturur megnar at taka ímóti øllum gassinum og í hvønn mun útbygging av infrastrukturinum fer at halda fram.

Fyri Føroyar og føroyska leiting er henda gongdin við størri fokus á gass í grannalagnum av alstórum týdningi, tí eisini føroysku megin markið er troffið við gass, sum verður mett at goyma seg í stórum nøgdum í undirgrundini. So tá oljufeløg í næstum fara at hyggja eftir tilfarinum, sum føroyska Jarðfeingi leggur fram í sambandi við 5. útbjóðing, tá fer uttan iva at vera nógv fokus á leitimið við gassi. Hesi kunnu so vónandi í framtíðini bindast í infrastrukturin bretsku megin markið.

[object Object]

Til høgru síggja vit syðra gassøkið á Atlantsmótinum, sum framleiðir gass til bretska marknaðin. Norðan fyri hetta liggur "Northern Gas Area",(reyðu og bláu teigarnir)  har Lyon brunnurin verður boraður í løtuni og eftir hann Cragganmore gassleitimiðið nærhendis. Møguleiki er tí fyri at vit fara at fáa tvey stór framleiðandi gassøki millum Føroyar og Hetland um nøkur ár. Henda sannroynd - við víðkaðum infrastrukturi - kann fáa stóran týdning fyri møguligar framtíðar føroyskar gasskeldur. 

Í morgin 20. juni verður søgulig ráðstevna í London, har umboð fyri bretskar og føroyskar myndugleikar samstundis fara at leggja tilfar fram um ávikavist 32. útbjóðing í bretskum øki og 5. útbjóðing í føroyskum øki. Tá fæst helst eisini at vita júst, nær útbjóðingarnar verða alment latnar upp. Tað áhugaverda við hesum tiltakinum er, at tað er eitt samstarv millum Føroyar og Bretland at kunngera útbjóðingarnar á sama stað um somu tíð, og har tað er borið so í bandi, at loyvini, sum verða boðin út, liggja báðumegin markið. Hetta er ikki langt frá eindømi í oljuleitisøgu yvirhøvur.

Sum skilst er sera stórur áhugi fyri tiltakinum í London hósdagin, har millum 150 og 200 umboð fyri oljufeløg luttaka.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder