Uttanlands

Kirkjur í Oslo skulu spara uppá orkuna

Frá hósdegnum kunnu kirkjur í Oslo ikki hitast upp til meira enn 15 hitastig, men orsakað av vaksandi orkuprísunum kann verða neyðugt at steingja nakrar kirkjur í norska høvuðsstaðnum eisini

Grefsenkirkjan í Oslo (Mynd: EPA)

Grefsenkirkjan í Oslo (Mynd: EPA)

2022-09-21 15:26 Author image
Alda Nielsdóttir
placeholder

Felags krikjuráðið í norska høvuðsstaðnum Oslo, sum stendur fyri raksturin av kirkjum í kommununi, hevur tikið avgerð um, at kirkjur í býnum frá í morgin ikki skulu hitast upp til meira enn 15 hitastig.

Neyðugt er nevniliga at spara uppá útreiðslurnar orsakað av vaksandi orkuprísunum, og kann tað tí gerast kalt hjá kirkjufólki í norska høvuðsstaðnum í heyst og í vetur. Tað hevur ráðið avgjørt í samráð við biskupin í Oslo.

Sambært Ritzau er tað tó ikki vist, at hetta tiltakið er nóg mikið fyri at handfara vaksandi orkuprísirnar.

– Kirkjan er, eins og restin av samfelagnum, í einari álvarsamari støðu, og umfatandi tiltøk eru neyðug. Treytað av kommunala stuðlinum kann tað eisini koma upp á tal at steingja nakrar kirkjur, sigur Kjetil Haga, formaður í ráðnum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder