2022-06-28 10:45
Russiska innrásin í Ukraina og stóri eftirspurningurin eftir orku eins og grøna orkuskiftið hava fingið fleiri lond í Evropa, teirra millum Svøríki til aftur at varpa ljós á kjarnorkuna. Hetta er tann øvugta gongdin, nú kjarnorkan nærum hevur verið eitt banniorð í fleiri londum so sum Svøríki og Týsklandi.
Sviar, sum hava stongt fleiri av sínum kjarnorkuverkum, umhugsa nú at seta í gongd aftur kjarnorkuverkini bæði fyri at kunna gevast við innflutningi av russiskari olju og gassi eins og at skunda undir grøna orkuskiftið. Hetta skriva danskir miðlar so sum Berlingske og Jyllandsposten.
Á einum tíðinafundi nú um dagarnar segði svenski orkuráðharrin, Khashayar Farmanbar m.a.: -Vit hava tørv á allari tí orku vit kunnu útvega. Okkum tørvar meira vindorku, sólorku og hava eisini brúk fyri kjarnorku. Vit vita, at kjarnorka er dýr og tekur langa tíð at útbyggja. Men nú fara vit at hyggja nærri at hesi orkuni, hvussu vit kunnu broyta reglarnar, soleiðis at vit aftur kunnu fara at menna kjarnorkuna í Svøríki.
Ikki bara Svøríki hevur kúvent í spurninginum um kjarnorku. Eisini stjórin í IEA, altjóða orkustovninum, hevur heitt á lond um framhaldandi at brúka kjarnorku. Týskland, sum eins og Svøríki, hevði vent kjarnorkuni bakið, er nú eisini vent fullkomiliga í hesum málinum og umhugsar at lata upp aftur kjarnorkuverk.
Frakland er tað landið í Evropa, sum leggur størst dent á kjarnorku og brúkar í dag 70% av síni orkunýtslu frá kjarnorkuverkum. Finnland er eisini eitt av londunum, sum av álvara er farið at raðfesta kjarnorku.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald