Innanlands

Klárt at seta veingirnar upp

Mylluveingir og onnur útgerð at seta upp á myllutornini á Gellingarkletti eru komnar til landið. Nú er avbjóðingin at flyta tær suður eftir Oyggjarvegnum

(Mynd: Zacharias Hammer)

(Mynd: Zacharias Hammer)

2022-03-28 06:58 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Tað verður ein avbjóðing nú veingirnir til nýggju myllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti oman fyri Havnina skulu koyrast upp á pláss.

Veingirnir eru heili 57 metrar langir, so tað verður ikki heilt einfalt at koyra teir á serligum blokkvognum eftir Oyggjarvegnum av Oyrarreingjum, har veingirnir liggja nú.

Um vikuskiftið komu veingir, myllyhús og onnur útgerð við farmaskipinum Mistral hjá Smyril-Line til Oyrarreingir.

Farið verður beinanvegin, um veðrið loyvir tí, at seta útgerðina upp á tey myllutornini, sum longu eru komin upp í vindmyllulundini á Gellingarkletti.

Tað er um seks V117 myllur frá danska vindmylluframleiðaranum Vestas. Hvør mylla er 4,2 MW, so samlaði mátturin frá teimum seks myllunum verður 24,6 MW, svarandi til umleið fjórðingin av allari el-orkunýtsluni í Føroyum.

Myndirnar av Oyrarreingjum í gjár hevur Zacharias Hammer tikið. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder