Hóast lági oljuprísurin skapar trupulleikar fyri flest øll oljufeløg, so eru eisini møguleikar og glottar at hóma í hesi støðuni. Og tað ásanna stovnararnir av nýggja oljufelagnum “Longboat Energy”, sum eisini hevur føroyskar røtur.
Felagið Longboat Energy varð stovnað sum eitt leiti- og framleiðslufelag, eftir at norska oljufelagið DNO keypti upp Faroe Petroleum. Stovnarin av Faroe Petroleum og stjóri øll árini, Graham Stewart, var eisini ein av høvuðs stigtakarunum til nýggja felagið, har hann nú er nevndarformaður. Og royndi oljumaðurin ætlar sær ikki at liggja á tí lætu síðuni, nú myrk skíggj eru í luftini. Saman við sínum medeigarum, sum eisini vóru partur av leiðsluni í Faroe Petroleum, fylgir hann nú sera væl við gongdini á marknaðinum.
Teir síggja ikki neyðturviliga nakra forðing fyri virkseminum, at oljuprísurin er lækkaður so nógv. Tvørturímóti síggja teir møguleikar at kunna keypa upp ognir og leitiloyvi, nú fleiri feløg, sum ikki hava neyðugu fíggjarligu styrkini til tess at yvirliva, vilja selja av sínum ognum fyri undir marknaðarvirði. Vit hóma her aftur somu strategiina hjá Faroe Petroleum á sinni, tá oljuprísurin varð lágur og leiðslan tá keypti upp ognir fyri lagaligan prís. Okkurt bendir á, at søgan her er við at endurtaka seg.
Partabrøvini í Longboat hava tó fylgt lækkingini hjá flest øllum oljufeløgum farnu vikurnar, men kvinkaðu so uppeftir aftur, eftir jaligar útmeldingar frá felagnum. Felagið sigur, at tað hevur greinað ymsar møguligar handlar og eisini hava verið samrøður við onnur feløg, síðani tað fór á børsin í november í fjør.
Felagið sigur víðari, at tess royndir at keypa upp ognir, hava higartil ikki givið nakað endaligt úrslit, nú marknaðurin er broyttur so nógv í seinastuni. Helge Hammer, stjóri sigur við norskar miðlar: “Vit trúgva, at um seinastu príslækkingarnar fara at halda fram, so fer tað at hava við sær "an increasing number of material and attractive opportunities”, sum hann málber seg.
“Vit hava fitt av peningi í bankanum, fyrisitingarútreiðslurnar eru á einum sera lágum støði, og vit hava tøtt tilknýti til vinnuna annars. Tessvegna eru vit væl ílætnir til at troyta verandi eins og nýggjar møguleikar, sum koma í kjalarvørrinum á lækkandi oljuprísum," sigur Helge Hammer.
Sambært heimasíðuni Energy Voice í Aberdeen, “liggur Longboat Energy” á lúri eftir ognum og loyvum, sum feløg, ið standa illa í tí orsakað av lága oljuprísinum, vilja selja fyri harvið at fáa pening til sjálvi at kunna halda fram. Heimasíðan skrivar, at felagið hevur hugt at fleiri møguleikum síðani november so sum samanleggingum, keypi av ognum og leitimøguleikum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald