- Hon er nú vorðin so dýr, at landið má onkursvegna vera við, sigur formaðurin í stýrinum hjá SEV, Kári Johansen. Lagt verður upp til, at landið má gera tað lættari og skjótari hjá SEV at fáa fatur í tí lendi, sum skal brúkast til vindmyllulundir. Hetta er annars nakað, sum hevur verið við til at tálma grøna orkuskiftinum í Føroyum.
Og tað er hetta, sum stýrisformaðurin í SEV vil hava broytt. Hann nevnir heimildina um ognartøku, sum er í lógini um Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, har landsstýrismaðurin kann ognartaka neyðugt lendi ella tilfar fyri at fremja verkætlanina, um so er, at semja ikki verður fingin við tey, sum hava rættindi yvir lendinum ella tilfarinum. Landsstýrismaðurin kann síðani avhenda tað ognartikna til felagið fyri útveganarkostnað.
Gamalt og nýtt í Havnardali. Mynd Jan Müller
Tað var herfyri, at stýrisformaðurin í SEV í Degi og Viku heitti á landsstýrið um at taka ábyrgd í málinum um pumpuskipanna í Vestmanna og tryggja, at SEV kann fara undir at menna vindorkuna á landi. Hann segði tá, at øll verkætlanin við pumpuskipani var í vanda, um ikki okkurt varð gjørt frá landsins síðu at fáa ferð á verkætlanina at skapa grundarlag fyri grønari streymframleiðslu í Føroyum.
Eftir tað rætti landsstýriskvinnan í umhvørvismálum Ingilín Strøm hondina út til SEV og segði, at hon var altíð tilreiðar at umrøða mál við SEV.
Nú verður so fundur um pumpuskipanina.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald