Nú stutt eftir at vit fingu nýtt landsstýri við ikki færri enn níggju landsstýrisráðum og landsstýrisfólkum hava tey nývaldu havt úr at gera við at fóta sær í nýggjum umhvørvunum, og tað er so eisini at vitja mongu stovnarnar tey skulu umsita komandi fýra árini.
Fyri nýggju landsstýriskvinnuna í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm, gekk leiðin í dag út á Umhvørvisstovuna á Argjum.
Umboð fyri Umhvørvisstovuna greiddu landsstýriskvinnuni frá um arbeiðsøkið hjá stovninum. Eisini fekk landstýriskvinnan høvið til at heilsa uppá starvsfólk á stovninum.
Ingilín fekk handað ein føroyskt framleiddan Winter børk í gávu frá Umhvørvisstovuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald