Innanlands

Landsstýrismaðurin á vitjan hjá Jarðfeingi

Herfyri var landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum á vitjan hjá Jarðfeingi, har hann bleiv kunnaður um ymiskar verkætlanir, sum Jarðfeingi varðar av.

Á myndini sæst landsstýrismaðurin saman við Niels Christian Nolsøe, stjóra, og Óluvu Eidesgaard, Hera Ziska, Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Una Árting, starvsfólk hjá Jarðfeingi.

Á myndini sæst landsstýrismaðurin saman við Niels Christian Nolsøe, stjóra, og Óluvu Eidesgaard, Hera Ziska, Barbaru Biskopstø Thorsteinsson og Una Árting, starvsfólk hjá Jarðfeingi.

2026-02-15 19:24 Author image
Jan Müller

Millum annað bleiv landsstýrismaðurin kunnaður um stóru FaroeMAR-verkætlanina, har arbeitt verður við at savna og menna vitan um føroyska havbotnin og havøkini kring Føroyar, og um royndarverkætlanina við DecarbFaroe, har kannað verður, um CO2 kann verða goymt í føroysku undirgrundini. Harafturat fekk landsstýrismaðurin kunning um gongdina við at framleiða leitimið til oljuframleiðslu og djúphavsmineralir í føroyskum øki.

At enda fekk landsstýrismaðurin handað eitt eintak av bókini “Føroysk mineral & grótsløg”, sum Uni Árting, Barbara Biskopstø Thorsteinsson og Lis Mortensen hava skrivað. Bókin, sum varð givin út á forlagnum hjá Jarðfeingi í 2025, er ein handbók, sum lýsir tað stóra margfeldi av mineralum og grótsløgum, sum eru at finna í føroysku náttúruni.

Kelda Tilfeingis- og vinnumálaráðið


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald