Tá Rosebankkeldan er útbygd fer framleiðslan at síggja soleiðis út við útbúnaði á havbotninum og so einum framleiðsluskipi, sum tekur ímóti oljuni.
Oljuveitarafelagið Teekay Offshore er farið at kanna møguleikan fyri at brúka eitt verandi framleiðsluskip heldur enn at byggja nýtt til Rosebank oljukelduna eystan fyri føroyska markið. Hetta veit Energy Voice at siga. Møguleikin fyri at byggja eitt nýtt framleiðsluskip er tó eisini á skránni. Oljukeldan, sum er ein tann størsta á bretska landgrunninum, sum enn ikki er farin undir framleiðslu, er mett at goyma einar 300 mió. tunnur av olju. Hon var funnin í 2004 og hevur skift eigarar fleiri ferðir. Seinasta broytingin í eigaraskapinum var í fjør, tá norska Equinor keypti partin hjá Chevron, 40% av loyvinum. Hini feløgini, sum eru partnarar eru Siccar Point Energy og Suncor Energy. Ætlanin var at taka endaliga avgerð um útbygging í komandi ári men er hon útsett til í seinasta lagi í mai 2022. Tað er ætlanin at endavenda projektinum við tí fyri eygað bæði at minka um kostnaðin og fyri at taka størri atlit til at minka um CO2 útlátið. Útbyggingin av Rosebank er mett til at kosta 40 mia. kr.
Føroyskir myndugleikar og veitaravinnan her fylgja væl við gongdini á Rosebank, tí ein útbygging, sum liggur so nær føroyska markinum kann koma at geva arbeiði til føroyskar veitarar, nú teinurin til Skotlands er væl longri. Eisini vil ein útbygging hava týdning fyri føroyska oljuleiting, tí ein nýggjur infrastrukturur í økinum fer altið at hava týdning fyri møgulig fund føroysku megin markið.
Aðrar útbyggingar á Atlantsmótinum standa eisini fyri framman. Og her er tað serstakliga Cambo oljukeldan, sum er í fokus. Siccar Point Energy, sum er fyristøðufelag, hevur áður boðað frá, at endalig avgerð um útbygging verður tikin tíðliga í hesum árinum. Síðani koma eisini keldur, sum liggja nær verandi framleiðandi keldum, ið ætlanir eru um at binda í við leiðingum á havbotninum. Slíkar eru ikki so kostnaðarmiklar og taka eisini stytri tíð at byggja út. Av hesum kunnu nevnast Suilven, Tornado og Lincoln har suðuri á Atlantsmótinum.
Sum skilst fara tvær av høvuðsverkætlanunum hjá Equinor tvs. Rosebank á Atlantsmótinum og Wisting í Barentshavinum helst av bakkastokki í 2023. Framleiðslubyrjan er ikki ásett enn men hon kann vera í 2025 ella seinni. Tað veldst so sum, hvør útbyggingarleisturin verður valdur, tá avtornar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald