Í dag verður avdúkað, hvør skal yvirtaka forsætisráðharraembætið og leiðsluna í konservativa flokkinum eftir Boris Johnson. Tað verður annaðhvørt fyrrverandi fíggjarmálaráðharrin Rishi Sunak ella núverandi uttanríkismálaráðharrin, Liz Truss.
Sambært meiningakanningum hevur Liz Truss munandi meira undirtøku en Rishi Sunak, og verður hon vald, fer hon alt fyri eitt at finna eina loysn uppá orkukreppuna.
– Verði eg vald til forsætisráðharra, fari eg umgangandi at gera nakað við elrokningarnar og orkuveitingina hjá bretum, sigur hon uttan at greiða nærri frá ætlanum sínum.
Hon leggur tó afturat, at hon innan eina viku fer at boða frá, hvussu trupulleikin skal handfarast.
Bretsku húsarhaldini hava í miðal upplivað, at rokning teirra fyri el og gass er blivin upp móti 80 prosent dýrari. Tí hava nógvir bretar heitt á landsins stjórn um at seta tiltøk í verk fyri at hjálpa fólkinum.
Í august varð mett, at árligi miðalprísurin fyri gass og el í Stórabretlandi kann gerast yvir 50.000 krónur í apríl næsta ár. Í dag er miðalprísurin 1971 pund, ið svarar til uml. 17.250 krónur, fyri hvørt húsarhald.
Óhefti orkuráðgevingarfyritøkan Auxillione metir tó, at prísurin kann gerast 3576 pund (31.000 krónur) í oktober, 4799 pund (42.000 krónur) í januar, og 6089 pund (53.300 krónur) í apríl.
Tað var 7. juli, at Boris Johnson, sum hevur verið bretskur forsætisráðharri síðan 24. juli 2019, boðaði frá, at hann fór at leggja frá sær sum floksformaður og forsætisráðharri. Hetta gjørdi hann eftir at hava verið undir stórum trýsti, tá fleiri ráðharrar løgdu frá sær fyri at mótmæla handfaring hansara av fleiri gølum.
Atkvøðugreiðslan hjá limunum í konservativa flokkinum endaði fríggjadag seinnapart, og sambært Ritzau verður úrslitið av atkvøðugreiðsluni almannakunngjørt í dag klokkan 12.30. Í morgin fer Boris Johnson so formliga at leggja frá sær.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald