Millum málini, sum løgmaður nevndi í síni løgmansrøðu var eisini spurningurin um oljuleiting við Føroyar. Og her var hann sera avgjørdur:
-Ongantíð hevur vitanin um føroyska landgrunnin verið størri enn í dag. Tøknin til at leita og bora eftir olju verður eisini betri og betri, og høgi oljuprísurin ger, at oljuleitingin á okkara leiðum er farin at taka seg upp aftur. Ferð verður tí sett á arbeiðið at eggja útlendskum oljufeløgum at koma til Føroya at leita eftir olju, segði løgmaður Beinir Johannesen í løgmansrøðu síni ólavsøkudag.
Risastóra framleiðsluskipið "Petrojarl Rosebank" liggur nú fyri akkerð á Rosebank leiðini eystan fyri Føroyar og skal eftir ætlan liggja har komandi 25 árini og framleiða olju og gass.
![]()
Petrojarl Rosebank liggur nú á Rosebank oljuleiðini miðskeiðis millum Hetland og Føroyar. Kelda MarineTraffic.
Almenn hoyring um Rosebank
Í vikuni nam landsstýrismaðurin í vinnumálum, Jacob Vestergaard, sum eisini umsitur oljuvinnu eisini við spurningin um oljuvirksemi um okkara leiðir. Í samrøðu við Útvarp Føroya segði hann, at tað hevði stóran týdning fyri Føroyar, at menningin av oljuvirksemi eystan fyri markið sleppur at halda fram, nú bretska stjórnin hevur latið upp fyri eini almennari hoyring um olju- og gasskelduna Rosebank. Stjórnin vil hava at vita, hvat støðan er til hesa útbyggingina.
Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í vinnumálum vónar, at bretska stjórnin fer at góðkenna útbyggingina av Rosebank oljuleiðini eystan fyri Føroyar. Mynd Jan Müller.
Um tað er so, at eisini eitt grannaland kann vera partur av hesi hoyring, tá ætlar landsstýrismaðurin at viðgera hetta í ráðnum. Hann vísti á samstarvið millum Føroyar og Bretland og segði, at oljuvirksemi nærhendis føroyska markið í bretskum øki er ein náttúrligur partur av einum komandi víðkaðum samstarvi, sum landsstýrið eisini tekur fult og heilt undir við.
Freistin fyri hoyringini um Rosebank, sum serstakliga snýr seg um nýggju umhvørviskrøvini, er 17. august. Eftir hesa hoyring skal bretska stjórnin so taka støðu til, um hon vil geva endaligt loyvi til stóru útbyggingina. Henda útbygging er longu í gongd men skal hava loyvi til at fara undir framleiðslu.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald