Innanlands

Løgmaður trýsti á grøna knøttin á Sundi

Seinnapartin varð nýggja báttarískipanin hjá SEV á Sundi verksett

2023-12-08 17:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað minti ikki sørt um kongaliga vitjan, tá innboðin og starvsfólk hjá SEV, fyltu risastóru høllina á Sundi, sum er enn eitt týðandi stig á grønu leiðini  hjá SEV.

Talan er um einki minni enn eina kollvelting og vegamót innan grøna orkuskiftið í Føroyum. Við hesi útbyggingini av orkuverkinum hjá SEV á Sundi, sum hevur kostað knappar 100 mió. kr., er spakin av álvara settur í til at gera føroyska samfelagið enn grønari og flyta seg frá oljuni til varandi orku so sum streym frá vindmyllum. Hetta er so enn ein súla undir føroysku orkuskipanini, sum annars í mong áratíggju hevur bygt á enn eina grønu orkukeldu, vatnorkuna.

[object Object]Løgmaður Aksel Johannesen saman við nevndarformanninum í SEV, Kára Johansen. Myndir Jan Müller

Battarískipanin á Sundi byggir á royndir frá vindmylnulundini í Húsahaga og henni í Porkeri. Hon er ein víðari menning og útbygging av hesum og er bert enn eitt stig á grønu leiðini. Eftir hesa eru fleiri líknandi útbyggingar á tekniborðinum, sum allar skulu vera við til at skapa eitt trygt og týðandi grundarlag undir framtíðar føroysku orkuskipanini.

[object Object]

Tá løgmaður Aksel Johannessen tendraði fyri battarískipanini segði hann m.a.:

-Náttúran er háttað í grønum orkukeldum. Vindi, vatni og sól. Vit flyta okkum leypandi frá olju til grøna orkunýtslu. Og søgan er góð.

Hetta er ein gongd, sum vit ynskja okkum. Tí gleðast vit um stóra grøna takið, sum SEV tekur her á Sundi ídag.

Hetta er eitt spennandi átak, og eg eri spentur at fylgja við. Nýggja battarískipanin fer at loyva meira vindorku á netið og minni oljunýtslu. Hetta er sjón fyri søgn, tí við battarískipanini í Suðuroy hevur SEV til tíðir útvegað suðuroyingum 100% burðardygga elorku.

Hóast battarískipanin her í miðastaðarøkinum er væl minni í mun til elnýtslu, verður spennandi at fylgja við, hvussu nýggja skipanin fer at eydnast.

[object Object]

Eg vil takka SEV fyri grønu tøkini, ið verða tikin. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orkukeldum. Tað siga vit ferð eftir ferð við okkum sjálvi og umheimin. Tí hetta vilja vit, og hetta gera vit sum land. Fyri okkum, sum her búgva og tey, sum koma aftaná okkum. Við hesum orðum vil eg ynskja SEV og øllum Føroya fólki hjartaliga til lukku. Mín vón er, at nýggja battarískipan fer at hepnast væl.

Eg eri fegin um, at eg hervið kann seta støðina í gongd segði løgmaður og trýsti síðani á grøna knøttin. 

[object Object](Lesið eisini komandi greinar frá tiltakinum á Sundi á orkan.fo).



Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder