2022-10-18 10:53
Danska løgreglan hevur nú staðfest tað, sum leingi hevur verið sagt um hvat hendi við gassleiðingunum Nord Stream 1 og 2 í Eystrasalti, sum fóru at leka herfyri.
Tað vóru sterkar spreingingar, sum vóru orsøk til brekini, staðfestir Keypmannahavnar politi í tíðindaskrivi í dag.
Løgreglan í Keypmannahavn er í tøttum samstarvi við fregnartænasturnar hjá herinum og løgregluni farin undir at kanna hvat hendi. Ein bólkur av serfrøðingum er settur at kanna hvat hendi, men fyribils kann løgreglan tó ikki siga meira, enn at talan var um máttmiklar spreingingar, sum elvdu til brotini.
Sí eisini: Fyrstu myndirnar frá Nord Stream
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald