Enn er ov tíðliga at siga nakað við vissu um týdningin valúrslitið í oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen kann fáa fyri framtíðina hjá sperdu vinnuni. Undan valinum í Aberdeen South, har oljuarbeiðspláss hava alstóran týdning, var stórur ágangur móti SNP, sum ikki hevur gjørt nokk fyri at steðga mótstøðuni móti nýggjum olju- og gassvirksemi eins og Labourflokkinum, sum við sínum orkupolitikki er við at leggja olju- og gassvinnuna í býnum og í øllum Skotlandi lamna. Úrslitið varð eisini kolveldandi, tí hetta er fyrst ferð í 50 ár, at konservativi flokkurin vinnur umval í syðra partinum av Aberdeen. Og orsøkin er eina og aleina rikni orkupolitikkurin hjá Labourflokkinum.
Ilt er tó at meta um, hvønn týdning hetta kann fáa fyri framtíðar oljuvirksemið í Norðsjónum, tí í síðsta enda er tað Labourstjórnin í London, sum hevur seinasta orðið um orkupolitikkin. Lokalval var eisini í Makerfield í Onglandi, har væklumtókti Labour borgarstjórin í Manchester, Andy Burnham vann stórsigur, hóast Reform UK annars hevur vunnið flest øll umvalini í Bretlandi seinasta árið. Andy Burnham verður hildin at kunna gerast næsti forsætisráðharrin í Bretlandi, nú alsamt fleiri tingfólk hjá Labour vilja hava verandi forsætisráðharrin Keir Starmer at fara frá.
Stóri spurningurin fyri tey mongu í olju- og gassvinnuni er, hvønn leiklut verandi orkuráðharrin Ed Miliband fer at fáa í eini Burnham stjórn. Hesi bera ótta fyri, at Miliband fer at gerast fíggjarmálaráðharri. Tá fær hann nógv størri vald enn sum orkuráðharri. Í oljuhøvuðsstaðnum Aberdeen vóna tey, at Burnham fer at vera meira pragmatiskur enn verandi leiðslan í flokkinum og helst taka avgerð um at góðkenna stórar olju- og gassútbyggingar í Norðsjónum og eystan fyri Føroyar.
Leiðslan í konvervativa flokkinum í Bretlandi við forkvinnuni Badenock á odda sigur, at valið er eitt greitt tekin um, at fólkið dámar ikki avgerðina hjá Labour at steðga oljuvirkseminum í Skotlandi. -Vit vunnu valið, tí Aberdeen vil ikki longur góðkenna, at vit skulu innflyta olju, tá vit hava nokk av henni í Norsjónum. Vit vilja brúka okkara egnu olju at verja orkutrygdina, sum er tjóðartrygd, segði Badenock eftir valið.
Nógv verður gitt, hvat fer at henda og tíðindi ganga um, at Starmer fer longu at leggja frá sær í morgin. Tá er so stóri spurningurin um, hvør fer at vera valdur í mest týðandi størvini í eini nýggjari Labour stjórn. Nógv verður tosað um Ed Miliband, men stór mótstøða er móti honum serstakliga í handils- og vinnulívinum. Íleggjarar eru sera ónøgdir við Miliband.
Búskaparliga støðan er annars vánalig í Bretlandi og tí verður hildið, at Burnham má fáa fólk við sína lið, sum hava víst seg at megna at fáa búskapin uppaftur á rættkjøl. Og her verður so fyrrverandi heilsumálaráðharrin Wes Schreeting nevndur sum ein møguleiki at gerast fíggjarráðharri. Sami Wess Schreeting segði herfyri í samrøðu, at kemur hann at hava ein leiklut í nýggju stjórnini fer hann at geva grønt ljós til olju- og gassútbyggingar í Norðsjónum. Seinastu tíðindini siga, at stuðlar hjá Burnham vilja hava David Miliband, bróður Ed Miliband at koma heimaftur og taka við starvinum sum uttanríkisráðharri.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald