Fyrrverandi leiðslan í føroyska oljufelagnum Faroe Petroleum, sum nøkur ár herfyri, stovnaði nýggja orkufelagið Longboast Energy, hevur verið rættiliga virkin seinasta árið og hevur nú gjørt av at keypa partar av einum leitingarmiði í Norðsjónum, ið er mett at goyma 100 mió. tunnur av kolvetnum.
Handilin er gjørdur við eysturríkska oljufelagið OMV, ið var eitt av feløgunum, sum var partur av føroysku leitingini í nullunum.
Longboat hevur keypt upp 20% av Oswig leitingarmiðinum. Longboat, sum telist millum tey nýggju og lutvíst minni oljufeløgini á norska landgrunninum, hevur kortini longu havt eydnuna við sær, nú tað sum partur av fleiri boringum, hevur rakt við kolvetni í fleiri førum.
Seinasta boringin saman við Equinor á Kveikje leitimiðinum vísti seg at goyma 50 mió. tunnur av olju. Felagið hevur eisini lagt bilett inn til at keypa 20% av enn einum loyvi, nevniliga Velocette gassleitimiðinum í Norskahavinum., sum er mett at gloyma 130 mió. tunnur. Fyri handlarnar við OMV skal Longboat bera umleið 100 mió. kr. av kostnaðinum.
Longboat hevur við sínum uppkeypum í Norra verið partur av trimum fundum og skal sigast, at norsku skattatreytirnar eru við til at fáa feløg sum Longboat at gera íløgur í leiting á norska landgrunninum.
Tað var í 2019, at norska DNO tók yvir Faroe Petroleum í eini sonevndari “hostile takeover bid” fyri góðar 6 mia. kr. Nevndarformaður í Longboat Energy er hálvi føroyingurin Graham Stewart.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald