Uttanlands

Macron vil hava framleiðandi oljulondini at lækka oljuprísin

Tey eiga sjálvi at koma við einum slíkum uppskoti heldur franski forsetin

2022-06-27 10:41 Author image
Jan Müller
placeholder

Nógvar eru royndirnar, sum verða gjørdar fyri at fáa orkuprísirnar niður aftur á eitt rímuligari støði. Eitt nú heitir franski forsetin, Macron nú á heimsins oljuframleiðandi lond um at lækka prísirnar á olju.

Hetta hendir um somu tíð sum  G7 londini hava toppfund at umrøða m.a. álvarssomu orkustøðuna í heiminum.

Franski forsetin vísir m.a. á, at høgu oljuprísirnir eru orsøkin til, at Russland hevur metinntøkur av søluni av olju og gassi, og harvið er betri ført fyri at rinda fyri kríggið í Ukraina.

Frakland stuðlar eitt uppskot frá USA, sum ynskir eitt hægstamark fyri oljuprísin, men heldur at tað er uppaftur betri, um framleiðandi londini sjálvi koma við einum slíkum uppskoti. Skal tað gerast veruleiki, skulu takast upp samráðingar við Opec og onnur oljuframleiðandi lond, sigur ein kelda á skrivstovuni hjá Macron. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder