Frá í dag skulu eitt nú føroyingarnir, sum hava arbeitt hjá donsku borifyritøkuni Maersk Drilling, venja seg við, at teirra arbeiðspláss ikki ber aldargamla danska heitið longur.
Síðani samanleggingina við amerikanska borifelagið Noble er avgjørt, at Noble Corp. verður framtíðar navnið á stórfyritøkuni.
Tað var A.P. Møller-Mærsk, sum í 1972 stovnaði oljuboriskipafyritøkuna Maersk Drilling, ið frá í dag verður søga. Hetta skrivar Søfart. Nógvir føroyingar hava starvast hjá Maersk Drilling hesi fimti árini, síðani danir fóru undir olju- og gassvirksemi í Norðsjónum.
2300 starvsfólk í Mærsk Drilling hava fingið boðið arbeiði í nýggja Noble Corp. Men 300 starvsfólk hava enn ikki fingið nakra vissu fyri víðari arbeiði í nýggja samanlagda felagnum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald