Uttanlands

Mærsk skuldsetir oljuídnaðin fyri at steðga grøna orkuskiftinum

Trot á grønum brennievni kann seta fót fyri ætlanini hjá danska reiðaríinum Mærsk at gerast CO2 neutralt í 2030

2022-11-07 22:45 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta skriva danskir miðlar, nú Mærsk hevur bílagt 19 skip, sum skulu brúka methanol ístaðin fyri olju. Í samrøðu við Financial Times skuldsetir Mærsk oljuídnaðin fyri at halda aftur við grønum brennievnum. Tað kann gerast ein hóttan móti royndunum hjá Mærsk at gerast CO2 neutralt í 2030. 

- Í dag keypa vit okkara brennievni frá oljufeløgunum. Men tey hava ikki bjóðað okkum grønt methanol til ein prís, sum vit kunnu góðtraka, sigur Morten Bo Christiansen, stjóri í AP Møller Mærsk við bretska blaðið.

- Vit høvdu roknað við, at veitararnir fóru at hjálpa okkum at finna nýggj brennievni. Men tað hava teir ikki gjørt enn.

Mærsk hevur júst gjørt íløgur í 19 nýggj methanol-skip, sum skulu takast í nýtslu longu í 2023 ella 2025. Felagið hevur gjørt avtalu við Spania um framleiðslu av grønum brennievni, sum eftir ætlanini skal framleiða upp til tvær mió. tons av e-methanol um árið í 2030.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder