Hetta upplýsir stjóri í A.P. Møller-Mærsk, Søren Skou. Nógvir føroyingar arbeiða hjá Maersk Supply Service eins og hjá øðrum fyritøkum í AP Møller samtakinum.
Orsøkin til at fyritøkan stendur til sølu er tann, at danska samtakið vil sleppa burtur úr virksemi, sum er knýtt at olju- og gassvinnuni. Hetta er partur av ætlanini at broyta samtakið til eitt integrerað flutningsfelag uttan kolvetnisvirksemi. Tað hevur ljóðað, at ætlanin er eisini at selja felagið Svitzer, sum stendur fyri sleipibátavirksemi. Tað vísir Søren Skou aftur og sigur, sambært Shippingwatch, at ongar ætlanir er um slíka sølu.
Herfyri vitjaði stjórin í Maersk Supply Service í Føroyum, har hann hitti føroyingar, ið arbeiða hjá felagnum umframt at vitja í Tinganesi, har hann hitti løgmann og landsstýrismannin í vinnumálum. Tá gjørdi hann greitt, at dyrnar standa opnar fyri føroyingum, sum eftir covidsóttina, vilja søkja um starv í hesi vinnuni.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald