Uttanlands

Mærsk vil verða meira grønt

Danska reiðaríið hevur bílagt seks metanolrikin skip aftrat.

2023-06-26 15:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Danmark og danskar fyritøkur liggja á odda á fleiri økjum í grøna orkuskiftinum. Hetta ikki minst tá talan er um at framleiða vindmyllur og menna varandi elorku frá vindmyllum. Vestas og Ørsted teljast millum heimsins fremstu á hesum økinum.

Men eisini tá talan er um at fremja grøna orkuskiftið í flutningi á havinum eru danskar fyritøkur frammaliga. Eitt av heimsins størstu reiðaríum, Mærsk, hevur longu tiki stig til at endurnýggja sín flota við at brúka grøn brennievni heldur enn diesel.

[object Object]

Nú um dagarnar skrivaði Mærsk undir sáttmála at byggja seks metanolrikin konteynaraskip aftrat teimum 19 fyritøkan longu hevur bílagt. Skipini verða bygd í Korea og Kina sigur Mærsk í einum kunningarskrivi sambært Søfart.

Mærsk sigur, at við hesum íløgunum vil fyritøkan vísa, at hon hevur tikið enn eitt stig í grøna orkuskiftinum, og málið er at gerast netto-null útlátsfrítt í 2040. Skipini verða liðug í 2026 og 27.  

Fyrsta metanolrikna skipið í heiminum, sum Mærsk bílegði í 2021, verður klárt seinni í ár, tá tað fer at sigla frá Korea til Keypmannahavn. Fyritøkan hevur eisini tryggjað sær metanolbrennievnið til fyrsta av skipunum.

Mærsk fer nú eisini at kanna, um verandi skip kunnu umleggja til grøna orku.

Mærsk upplýsir, at tá tey 25 metanolriknu skipini eru komin í drift og avloysa onnur dieselrikin skip, fer hetta at minka um CO2 útlátið við 450.000 tonsum um árið.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder