Ársúrslitið fyri 2022 var 48,2 mió.kr, sum var 4 mió.kr. betur enn árið fyri.
Men leggjast skal til merkis, at sølan í 2022 vaks heilar 600 mió.kr., har bert 4 mió.kr. meira enn undanfarna ár komu niður á botnlinjuna. Tí eru ”úrslit eftir skatt marginan” í prosentum minkaða úr 5 prosentum í 2022 til 3,2 prosent í 2021.
Magn hevur í 2022 rindað serligt vinningsbýti á 127,2 mió.kr. umframt at uppskot um vinningsbýti fyri árið var 45 mió.kr.
Rakstrarroknskapurin
Sølan hjá Magn øktist úr 893,5 mió.kr. í 2021 til 1.493 mió.kr. í 2022. Talan er um ein vøkstur í søluni á heili 600 mió.kr. ella 67,1 prosent. Í leiðslufrágreiðiningi í roknskapinum verður ikki beinleiðis sagt hvør orsøkin er til nógv øktu søluna, men at leiðslan er nøgd við úrslitið sum serliga stavar frá sølu til olju til útlendsk skip umframt sølu av fastari ogn.
Úrslitið áðrenn avskrivingar og rentur, eisini nevnt ebitda, øktist úr 60 mió.kr. í 2021 til 91,3 mió.kr. í 2022. Ein vøkstur á 11,9 mió.kr. ella 15 prosent.
Fìggjarligar útreiðslur eru nógv vaksnar hjá Magn í 2022. Rentuútreiðslurnar øktust úr 5,7 mió.kr. til 14,1 mió.kr. í 2022. Hetta kemst av nógv øktu skuldini eftir eigaraskifti.
Ársúrslitið hjá Magn fyri 2022 var eitt avlop á 48,2 mió.kr., sammett við 44,3 mió.kr. í 2021. Vøksturin í ársúrslitinum í 2022 var 3,9 mió.kr. ella 8,8 prosent.
Aðalfundurin hevur samtykt at útluta 45 mió.kr. fyri roknskaparárið 2022, umframt at serligt vinningsbýti á 127,2 mió.kr. eisini er goldið út í 2022.
Fíggjarjavnin
Fíggjarjavnin hjá Magn var í 2022 íalt 412,6 mió.kr. samanbotið við 339,9 mió.kr. í 2021.
Støðisognin var íalt 200 mió.kr. í 2022 samanborið við 191,9 mió.kr. í 2021. Ogn í umferð er økt úr 148 mió.kr. í 2021 til 212,6 mió.kr. í 2022.
Samlaða skuldin hjá Magn í 2022 var 395,8 mió.kr., í mun til 231,2 mió.kr. í 2021. Skuldin er tískil økt 164,6 mió.kr. ella 71 prosent.
Eginpeningurin hjá Magn við árslok 2022 var 7,6 mió.kr. sammett við 101,5 mió.kr. í 2021. At eginpeningurin er minkaður so mikið nógv í 2022 skal síggjast í samanhanginum av at nýggir eigarar tóku yvir felagið í 2022 og partur av fíggingini er framd inni í Magn P/F við at útluta vinningsbýti til at fíggja keypið.
Lyklatøl
Rakstraravkastið (EBIT-margin) hjá Magn minkaði úr 6,7 prosent í 2021 til 5,0 prosent í 2022.
Trygdarevnið hjá Magn, sum er eginpeningur í mun til samlaðu skyldur, er minkaður munandi í 2022, har trygdarevnið bert var 2,2 prosent sammett við 29,9 prosent í 2021.
Gjaldførislutfallið hjá Magn er minkað úr 115 í 2021 til 108 í 2022.
Samanumtikið má staðfestast at ársúrslitið hjá Magn í 2022 var sera gott, sum eisini er tað besta nakrantíð hjá felagnum. Hinvegin er rakstrarlønsemið minkað rímuliga nógv í 2022, orsakað av at nógv økta sølan ikki í eins stóran mun sum í 2021 í sama prosentstigi sást aftur á botnlinjuni. Men úrslitið er framvegis sera gott.
Magn er ikki líkað væl fyri fíggjarliga, sum undanfarna árið og kemst hetta av at eginognin er minkað munandi í sambandi við eigaraskiftið og serligt útlutað vinningsbýti. Hetta nýtist kortini ikki verða nakar trupuleiki um Magn framyvir hevur eins góð rakstrarúrslit, sum væntandi koma at styrkja aftur um eginognina.
Magn upplýsir í roknskapinum, at 87 starvsfólk vóru í starvi í 2022.
Stjórar í Magn P/F við árskiftið 2022 vóru Finn Jacobsen og Johnni Meinhard Poulsen. Nevndarformaður er Teitur Nolsøe Poulsen.
Skrásettur høvuðspartaeigari er Sp/f Orkufelagið.
---
Greiningin er gjørd av Birgir Nielsen frá ráðgevarafyritøkuni Nira Sp/f. www.nira.fo
---
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald