Keldan liggur nærhendis risa gasskelduni Snøhvit í Barentshavinum, sum stendur fyri einum týðandi parti av samlaðu norsku gassgramleiðsluni, ið fyri tað mesta fer á evropeiska marknaðin.
Gassið verður flutt gjøgnum rørleiðingar á havbotninum til oynna Melkøya út fyri Hammerfest í Norðurnorra. Oyggin er øll sum hon er bygd út til eina gassverksmiðju, haðani flótandi gass fer við tangaskipum inn á meginlandið.
Tá orkukreppan tók dik á seg í Evropa eftir russisku innrásina í Ukraina varð heitt á norsku stjórnina um at økja um sína gassframleiðslu fyri at tryggja Evropa gass. Askeladd er ein partur av hesum.
Gassið frá Askeladd er mett at økja um livitíðina hjá Melkøya við trimum árum. Framleiðslan har svarar til nýtsluna hjá 6,5 mió. brúkarum í Evropa ella 5% av samlaða norska gassútflutninginum.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald