Innanlands

Meiriluti á tingi fyri framhaldandi oljuleiting

Enn einaferð er tað sligið fast við sjeytumma seymi, at útlendskar fyritøkur eru vælkomnar at  søkja um loyvi at leita eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini.

Tvær reisir seinastu vikurnar hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, gjørt greitt fyri løgtinginum, at samgongan gongur inn fyri framhaldandi olju- og gassleiting á føroyska landgrunninum.

Tvær reisir seinastu vikurnar hevur landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal, gjørt greitt fyri løgtinginum, at samgongan gongur inn fyri framhaldandi olju- og gassleiting á føroyska landgrunninum.

2023-02-26 21:02 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta hendi fyri aðru ferð hesar seinastu vikurnar, tá landsstýrismaðurin í vinnumálum, Høgni Hoydal gjørdi greitt í løgtinginum seinasta mikudag, at skipanin við Open Door heldur fram. Tað er hon, sum gevur feløgum møguleika at søkja um leitiloyvi á føroyska landgrunninum.

Fyrru ferðina var tað uppá ein munnligan fyrispurning frá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni úr Sambandsflokkinum. Og eina viku seinni svaraði sami landsstýrismaður skrivligum fyrispurningi frá løgtingskvinnuni Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum um framhaldandi oljuleiting.  Í báðum førum gjørdi landsstýrismaðurin tó greitt, at ongar ætlanir eru um nýggjar útbjóðingar. Hetta er sum so sama støða, sum undanfara landsstýrið hevði í sama máli.

[object Object]

Tað var løgtingskvinnan Elsebeth Mercedes Gunnleygsdóttur úr Fólkaflokkinum, sum setti Høgna Hoydal, landsstýrismanni í vinnulívsmálum skrivligan fyrispurning um, hvørja støða henda samgongan hevur til framhaldandi oljuleiting við Føroyar. 


Við seinasta útspælinum frá nýggju sentrumvinstra samgonguni viðvíkjandi framtíðar kolvetnisleiting er tað enn einaferð staðfest, at Føroyar hava eina aðra støðu til leiting eftir kolvetnum enn hinir partarnir av Ríkisfelagsskapinum, Danmark og Grønland. Hesir hava fyrr gjørt greitt, at nýggj kolvetnisleiting verður ikki sett í verk aftur. Kortini hevur danska stjórnin uttan nakra avmarking givið loyvi til framhaldandi olju- og gassframleiðslu í nærum 30 ár aftrat fram til 2050, og í hesum sambandi er eisini loyvt at leita í verandi loyvisøkjum eins og at fremja útbyggingar av olju- og gassleiðum.

Tað hevur verið ávísur spenningur í luftini rundan um framtíðar kolvetnisleiting við Føroyar, nú nýtt landsstýri tók við, tí  nøkur tingfólk í bæði Javnaðarflokki og Tjóðveldi hava sagt seg vera ímóti framhaldandi oljuleiting.

Nú hetta landsstýrið ikki nevnir oljuleiting í sínum samgonguskjali við einum tí einasta orði, hvat heldur ikki undanfarna landsstýrið gjørdi, hevur tað verið eitt ynski hjá andstøðuni á løgtingi at fáa at vita, hvussu nýggi landsstýrismaðurin í vinnumálum og samgongan hann umboðar fyriheldur seg til júst spurningin um framhaldandi olju- og gassleiting.

Og eftir øllum at døma er hetta málið nakað, sum hevur áhuga fyri mong  av tingfólkunum, nú orðaskiftið seinasta mikudag í sambandi við skrivliga fyrispurningin vardi í knappar tríggjar tímar. Tað er heilt óvanligt fyri ein skrivligan fyrispurning skilst.

Samanumtikið kann sigast, at støðutakanin í politisku skipanini í Føroyum er lítið broytt, síðani tingið nøkur ár herfyri nærum einmælt samtykti 5. útbjóðing, og  til seinastu samgongurnar hava tikið undir við leiting gjøgnum  Open Door skipanina.  Henda skipanin byggir á somu ásetingar, lógarverk og treytir annars, sum vórðu galdandi í seinastu 5. útbjóðingini. Hetta merkir, at Open Door í høvuðsheitum er tann sama sum seinasta regluliga útbjóðingin. Fyri at fáa leitiloyvi skulu feløg tí  lúka somu treytir sum í 5. útbjóðing.

Taka vit samanum orðaskiftið á tingi til bæði munnliga og skrivliga spurningin, so eru allir flokkar í andstøðini fyri, at tað verður leitað eftir kolvetnum í føroysku undirgrundini. Hóast landsstýrismaðurin tekur undir við leitingini, so er kortini eitt fátal av tingfólki í samgonguflokkunum ímóti nýggjari leiting ella seta spurnartekin um hana.  

Undir seinastu viðgerðini av spurninginum um oljuleiting søgdu  fleiri samgongutingmenn seg taka undir við framhaldandi leiting. Hesir vóru Bjarni Hammer og Uni Holm Johannesen úr Javnaðarflokkinum, Sólvit Nolsø úr Framsókn og Erling Eidesgaard úr Tjóðveldi. Onnur tingfólk vóru tó ímóti leiting, eitt nú Hervør Pálsdóttir og Liljan Weihe úr Tjóðveldi. 

Niðurstøðan eftir orðaskiftini bæði má tí sigast at vera tann, at tað er stórur meiriluti á tingi fyri framhaldandi leiting. Hesum er landsstýrismaðurin á økinum samdur í.  Hann gjørdi tó aftur og aftur greitt undir orðaskiftunum báðum, at grøna orkuskiftið hevur fremstu raðfesting hjá hesi samgonguni og vísti her m.a. til nýggja umhvørvis- og orkumálaráðið undir nýggju landsstýriskvinnuni Ingilín Strøm.

Orkan.fo, sum longu hevur umrøtt orðaskiftið rundan um munnliga fyrispurningin, sum løgtingsmaðurin Helgi Abrahamsen settti Høgna Hoydal, fer – nú málið eftir øllum at døma hevur so stóran áhuga í politisku skipanini - eisini komandi vikurnar at kunna um orðaskiftið í sambandi við  skrivliga fyrispurningin um sama mál.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder