Innanlands

Methøg vindframleiðsla og væl meiri av sólorku

Í prosentum var elframeiðslan fyrra hálvár 2025 býtt soleiðis: olja smá 48%, vatnorka 21%, vindorka 30% og sól, biogass og sjóvarfall var gott 1% av samlaðu elframleiðsluni sigur SEV

2025-07-15 10:43 Author image
Jan Müller
placeholder

SEV hevur gjørt upp elframleiðsluna fyrra hálvár. Har er niðurstøðan, at eftirspurningurin eftir elorku økist framvegis. Smá 7% vøkstur í mun til somu tíð í fjør, og serliga juni lá 10% omanfyri juni í fjør. Økingin í mun til í fjør er partvís orsakað av verkfallinum í fjør, og harumframt kom minni av fiski á land í fyrru helvt í fjør enn vanligt.

Framleiðslan fyrru hálvu var 249 GWt, og teir seinastu 12 mánaðirnir eru framleiddir 497 GWt.

Sostatt kann framleiðslan enda nær teimum 500 GWt í ár. Fyri 20 árum síðan, í 2005, var ársframleiðslan minni enn helvtina av hesum, t.e. 245 GWt.

Í prosentum var elframeiðslan fyrra hálvár 2025 býtt soleiðis: olja smá 48%, vatnorka 21%, vindorka 30% og sól, biogass og sjóvarfall var gott 1% av samlaðu elframleiðsluni skrivar SEV í tíðindaskrivi. 

Vindur

Framleiðslan úr vindi er methøg fyri eitt fyrra hálvár. 74,5 GWt eru framleiddir við vindorku, tað er 1,2 GWt meira enn fyrra hálvár í fjør. Vindorka umboðar 30% av samlaðu framleiðsluni higartil í ár.

Tað eru myllurnar hjá Vindrøkt á Gellingarkletti, sum framleiða mest við 37 GWt higartil, Magn í Flatnahaga 19,1 GWt og hjá Sev er tað vindmyllulundin í Porkeri, sum framleiðir mest við 7,9 GWt, meðan Neshagi kom upp á 4,8 GWt og Húsahagi 4,5 GWt.

Vatn

Vatnorkan hevur hilnast verri enn miðal, og er hetta galdandi fyri øll vatnorkuøkini. Elframleiðslan úr vatni kom upp á 52,5 GWt, í mun til 58,5 GWt sama tíðarskeið í fjør. Hetta er partvíst orsakað av, at verkini á Strond og í Botni hava verið úr rakstri í fyrru hálvu vegna umvælingar. Hesi verkini framleiða annars í miðal 3 GWt í fyrri hálvu, sum svarar til umleið helvtina av minkingini, sum vit síggja í mun til í fjør.

Vatnturbinan á verkinum á Strond í norðoyggjum verður í hesum døgum sett til aftur eftir umvæling, og vatnorkuverkið í Botni, sum verður dagført við nýggjum turbinum, verður væntandi aftur í rakstri seint í heyst. Ein slík dagføring tryggjar rakstur í 50-60 ár afturat í Botni.

[object Object]

[object Object]Verkini á Strond og í Botni hava verið úr rakstri í fyrru hálvu vegna umvælingar. Vatnturbinan á verkinum á Strond í Norðoyggjum verður í hesum døgum sett til aftur eftir umvæling. Myndirnar eru frá nógva regninum í mai-juni. Myndir Jan Müller

Olja

Framleiðslan úr olju er økt. Hóast framgongd í vindi og eina lítla afturgongd í vatni, so ger økti tørvurin á elorku, at olja má brúkast, tá vindur og vatn ikki røkka. Higartil eru framleiddir 119,5 GWt við olju, í mun til 97,5 GWt í fjør, svarandi til ein vøkstur uppá 23 prosentstig. Tó er framleiðslan ikki á støðið við 2021, sum var árið við tí hægstu oljunýtsluni, við eini framleiðslu á 121 GWt.

Biogass og sól  

Biogass og sól í Sumba liggja á leið sama støði sum undarfarin ár, meðan sólorkuframleiðslan frá ymiskum sólorkuframleiðarum í meginøkinum kom upp á 245 MWt fyrra hálvár. Hetta er at fegnast um heldur Heri Mortensen, deildarstjóri fyri framleiðsluna hjá Sev. 

"Tað er gott at síggja, at fleiri virki eins væl og húsarhald eru við til at framleiða sólorku inn á netið, tí sólorkuframleiðsla kann gerast eitt gott ískoyti serliga á miðjum sumri, tá ov lítið er av regni og vindi. Higartil í ár hevur sólorkuframleiðslan spart okkum fyri 73 tons av olju", sigur Heri Mortensen.

100% í 41 samdøgur í Suðuroy

Meginøkið hevði 100% burðardygga elframleiðslu í 7,4 samdøgur, og yvir 80% í tilsamans góð 33 samdøgur.

Í Suðuroy var elframleiðslan 100% burðardygg í góð 41 samdøgur, og yvir 80% burðardygg í tilsamans góð 55 samdøgur.


Kelda sev.fo


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder