Samlaðu inntøkurnar frá olju- og gassvinnuni vóru 1457 mia. kr. vísa tøl frá Statistisk sentralbyrå. Taka vit so allar inntøkurnar hjá norska statinum í farna ári, so vóru tær 3592 mia. kr, sostætt fylla inntøkurnar bara frá útflutningi av olju og gassi nógv. Samanborið við 2021 vóru almennu inntøkurnar 1144 mia. kr. meira enn í 2022. Tað var 26% av BNP.
Mett verður at norski staturin fekk 884 mia. kr. í skatti og serskatti frá oljufeløgunum í fjør. Tað var ein trýfaldan frá 2021. Eisini inntøkurnar frá oljufeløgum, sum staturin hevur ognarskap í vuksu til 530 mia. kr. móti 182 mia. árið fyri.
Hóast methøgu inntøkurnar frá oljuvinnuni, eru tað framvegis skattir og avgjøld frá húsarhaldum, sum geva mest til landskassan. Í fjør 1580 mia. kr., sum svara til 44% av BNP.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald