Innanlands

Minesto setur met í elframleiðslu í Føroyum

Havorkufelagið Minesto boðar frá, at sjóvarfalsorkuverkið Dragon 4 hevur framleitt metnógvan streym í summar í Vestmannasundi, eftir at skipanin fyri orkuúrtøku, PTO, er dagførd. Hetta stendur í tíðindaskrivi frá felagnum. 

2026-08-10 15:52 Author image
Jan Müller
placeholder

Nýggja skipanin hevur bøtt um orkuframleiðsluna gjøgnum alla sjóvarfallsringrásina, samstundis sum kostnaðurin við skipanini er lækkaður. Sambært Minesto hevur samanhangandi framleiðsla í fleiri mánaðir víst á høga effektivitetin í orkuskipanini. 

-Við hesum nýggja prógvaða avkaststøðinum er handilsliga virðið, sum er knýtt at Dragon skipanini, margfaldað í summar, sigur Martin Edlund, stjóri í Minesto.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder