Innanlands

Mouritz Mohr nýggjur formaður í Sjóvinnufelagnum

Á aðalfundinum í Sjóvinnufelagnum vórðu Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen og Finn Jakobsen vald í nevndina. Christian Danielsen stóð ikki fyri vali.

2023-05-30 13:38 Author image
Jan Müller
placeholder

Sjóvinnufelagið hevði aðalfund nú um dagarnar. 

Nevndin í Sjóvinnufelagnum sær nú  soleiðis út: Mouritz Mohr, Alina Jespersen, Eli Lassen, Finn Jakobsen og Christian Danielsen. Hartil varð Frimodt Rasmussen afturvaldur sum tiltakslimur.

Eftir aðalfundin skipaði nevndin seg við Mouritz Mohr sum formanni og Eli Lassen sum næstformanni.

Undanfarni formaðurin Leif Hovgaard bar seg undan afturvali. 

Tað eru í dag 24 limir Sjóvinnufelagnum.

Endamál felagsins er at savna allar fyritøkur, ið selja vørur og tænastur til vinnu á sjóøki nærhendis Føroyum umframt Arktis. Føroyar eru eitt nýmótans samfelag mitt í Atlantshavinum við góðum samskiftis, ferða- og flutningssambandið til evropeiska meginlandið. Tí eru Føroyar kappingarførar við okkara nærmastu grannalond, tá ið tað snýr seg um at veita alskyns tænastur til sjóvinnuna um okkara leiðir.

Málið hjá Sjóvinnufelagnum er at menna og styrkja inntøkugrundarlagið hjá føroyskari sjóvinnu við at virka fyri øktum vinnumøguleikum, bæði í Føroyum og uttanlands. Felagið umboðar eisini limir sínar mótvegis politisku skipanini og almennu myndugleikunum, soleiðis at limir felagsins fáa best møguligar karmar at virka innan fyri.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder