Segði løgmaður Aksel Johannesen, tá hann setti løgtingið í gjár. Hann segði m.a.:
-Fortreytin fyri lívi og virksemi í Føroyum er, at vit virka í javnvág við viðbreknu náttúruna og umhvørvið. Henda javnvág er so líðandi skeiklað seinastu árini.
Í eini sjónvarpssending segði virðislønti náttúrugranskarin, Jens Kjeld Jensen, soleiðis: »Mann skuldi trúð, at tey, sum búgva her, eisini vilja hava, at børnini skulu síggja lunda, lomviga og ymsar sjáldsamar plantur. Tað er løgið, at politikararnir ikki vilja lata tað víðari til síni børn og barnabørn.«
Og eg viðgangi: tað tók ov langa tíð. Tað var í tøkum tíma, at ein breiður meiriluti loksins samtykti náttúruverndarlógina í vár. Nú fáa vit vart ávís øki, djórasløg og plantusløg – og lógin verður frameftir dagførd og fjøltáttað.
Náttúrupolitikkur Føroya fer at áleggja landsstýrisfólkum at arbeiða við fyriliti fyri náttúruni.
Løgmaður vísti á, at vit leingi hava hugsað um veðurlagsbroytingar sum nakað óítøkiligt, sum fer at raka komandi ættarlið. Men nú síggja vit, at hitin – bæði í heiminum og í sjónum – er methøgur. Suðurevropa hevur í summar staðið í ljósum loga, og stór broyting kann koma fyri fugl og fisk um okkara leiðir, tí havið hitnar.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald