Uttanlands

Musk fekk sín risastóra lønarpakka

Ein meiriluti av partaeigarunum í elbilafyritøkuni Tesla hevur góðkent lønarkrav frá Elon Musk

2025-11-07 17:16 Author image
Jan Müller
placeholder

Talan er helst um tann størsta av sínum slag í søguni. Musk skal hava 1000 mia. dollarar í løn tó mest í partabrøvum komandi 10 árini. Hetta hava 75% av partaeigarunum samtykt. 

Lønarpakkin er tó treytaður av, at stjórin megnar at menna fyritøkuna enn meira. Ì avtaluni bindur Musk seg til at røkka fleiri ymsum málum í einum tíggju ára skeiði, eitt nú fleirifaldan av virðinum av Tesla, milliónasølu av elbilum, sjálvkoyrandi bilum, robottum ol.  Megnar Musk ikki at liva upp til krøvini verður lønarpakkin ógyldaður. Tó er sáddur ivi um, hvussu strangur hesin sáttmáli í veruleikanum er. 

Norski oljugrunnurin, sum er ein av størstu einstøku  partaeigarunum, atkvøddi ímóti lønarpakkanum.

[object Object]

Greinarar siga, at marknaðarvirðið á Tesla kann røkka 2000 mia. dollarunum í 2026 og 3000 mia. dollarum við ársenda í 2026. Dagsins virðið á Tesla er 1500 mia. dollarar skrivar E24. 

Lønarpakkin til Musk fyllur nógv í altjóða miðlum. Antin tú letur upp fyri CNN ella BBC, so hevur Muskpakkin fremstu raðfesting. Og viðmerkingarnar eru nógvar. Um somu tíð sum 3/4 av partaeigarunum geva Musk nærum fullmakt til einsamallur at koyra fyritøkuna víðari, so ávara aðrir um vandan við at lata nærum alt í hendurnar á einum persóni, sum entá hevur 100% álit á sær sjálvum.

Tosað verður eisini um vandan og óttan fyri eini sonevndari AI boblu, sum kann hava við sær, at alt fer av knóranum.  AI tøknin er nevniliga kjarnin í framtíðar virkseminum hjá Musk og Tesla, men spurningurin er, hvussu Musk fer at klára seg í kappingini við aðrar líknandi fyritøkur her ikki minst í Kina. 

Ein av teimum, sum ikki er so vísur í, at Musk fer at megna uppgávuna, er fyrrverandi fíggjarráðharrin í Grikkalandi, sum sigur seg ikki vera kløkkan, um endin verður, at Tesla og Musk fara út av eggini fyrr ella seinni, sum hann málber seg í BBC seinnapartin.

Samstarvið hann hevur havt við Trump forseta verður eisini víst til sum eitt tekin um, at Musk missa tamarhaldið á sær sjálvum og kann fara ov langt og harvið skaða bæði umdømið og grundarlagið undir Tesla. 

Onnur, sum teljast millum partaeigararnar, hava stórt álit á Musk og siga, at bert ein er av slagnum í heiminum, og tað hann hevur víst longu, borgar fyri, at hann fer at megna uppgávuna bæði við AI tøknikollveltingini eins og at vera fyrstur at lenda fólk á Mars. 

Víst verður eisini á, at um Musk ikki fekk kravda lønarpakkan, so hótti hann við at taka seg úr Tesla. 

Musk eigur í dag 12% av Tesla, men við nýggja lønarpakkanum fer hann at eiga 25% av partabrøvunum. Til søguna hoyrir eisini, at Musk eigur sosiala miðilin X, sum er ein partur av málinum at røkka longur og kunna menna sítt kongaríki enn meira. 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder