Innanlands

Mylla 4 í Neshaga umvælast í Onglandi

Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest varð, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum gjørt annars var við fleiri aðrar myllur

2022-11-07 14:42 Author image
Tíðindaskriv
placeholder

SEV: Í eina viku hevur ein av myllunum í Neshaga staðið uttan veingir og generator.

Talan er um vindmyllu 4, og orsøkin er, at generatorin og sokallaði ‘hubburin’ ella hjartað, sum veingirnir eru festir í, eru send til Newcastle í Onglandi til umvælingar hjá felagnum Houghton International.

Myllan fekk generatortrupulleikar í august 2020, og staðfest varð, at tað ikki loysti seg at umvæla generatorin á staðnum, sum gjørt annars var við fleiri aðrar myllur, men at generatorin mátti skiftast.

Ein nýggjur generator er sera kostnaðarmikil, og avgjørt er tí at royna at umvæla generatorin hjá omanfyrinevnda veitara.

Hósdagin 27. oktober fóru fólk frá undirveitarum hjá Houghton International saman við Mest og Articon undir at avmontera veingir og generator.

Arbeiðið gekk sera væl, og var liðugt leygarmorgunin 29. oktober. Generator og hjarta fóru síðan av landinum við Norrønu hóskvøldið 3. november. Veingirnir liggja á goymslu í Føroyum.

Umvældi generatorin og hjartað verða eftir ætlan aftur í Føroyum og sett upp aftur í tornið á mylluni í apríl/mai 2023.


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder