Uttanlands

Nato ávarar India, Kina og Brasil: -Keypið ikki russiska olju

Tey 32 londini í NATO ávaraðu herfyri lond sum India, Kina og Brasil at keypa olju úr Ruslandi

2025-08-02 18:30 Author image
Jan Müller
placeholder
Aðalskrivarin í Nato, Mark Rutte sigur, at tað kann fáa álvarsliga búskaparligar avleiðingar, um lond halda fram við at keypa olju úr Ruslandi og heitti hann á leiðararnar í teimum trimum londunum at leggja trýst á Putin forseta at fara undir friðarsamráðingar við Ukraina. -Taka tit ikki hesar ávaringar í álvara, so skulu tit vita, at vit fara at seta í verk sanktiónir móti hesum londum, segði Rutte. 

Rusland er framvegis ein av heimsins størstu oljuframleiðarum og er limur í Opec+ samtakinum. Landið verður í dag boykottað av USA og tess sameindu orsakað av krígnum í Ukraina. Kortini er tað greitt, at fleiri lond halda fram við handilssambandinum við Rusland. 

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder