Uttanlands

Nato og ES møtast á gasspalli í Norðsjónum

Í gjár hittust aðalskrivarin í NATO, Jens Stoltenberg og ES forkvinnan, Ursula von der Leyen á gasspalli í Norra

Ein søgulig vitjan á havbotninum í Norðsjónum, inni í einum av betongbeinunum á Troll A  gasspallinum. Fv. Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO og Anders Opedal, ovasti stjórin í Equinor. Mynd Ole Jørgen Bratlandm, Equinor.

Ein søgulig vitjan á havbotninum í Norðsjónum, inni í einum av betongbeinunum á Troll A  gasspallinum. Fv. Jonas Gahr Støre, forsætisráðharri, Ursula von der Leyen, forkvinna í ES nevndini, Jens Stoltenberg, aðalskrivari í NATO og Anders Opedal, ovasti stjórin í Equinor. Mynd Ole Jørgen Bratlandm, Equinor.

2023-03-18 18:00 Author image
Jan Müller
placeholder

Við tá fundinum var eisini norski forsætisráðharrin Jonas Gahr Støre og samtaksstjórin í Equinor Anders Opedal. Tey fýra hittust á Troll A gasspallinum. Troll er størsta gassleiðin á norska landgrunninum. Í 2022 stóð hon fyri meira enn 10% av gassinum, sum fór til ES. 

Equinor stjórin var vertur til fundin, sum er tann fyrsti nakrantíð av sínum slag umborð á einum gasspalli. 

Hann segði eftir fundin, at vitjanin á einum gasspalli undirstrikar týdningin, sum Norra hevur sum ein álítandi og tryggur veitari av orku til Evropa. 

[object Object]

Eitt av endamálunum við vitjanini var at siga frá, at Nato og ES vilja gera alt tey kunnu fyri at verja týðandi orkuinstallatiónir í Evropa móti sabotasju. Jens Stoltenberg segði eftir fundin, at týðandi orkupallar sum eitt nú Troll kunnu gerast mál hjá teimum, sum vilja forða útflutninginum av olju og gassi til ES lond. Hann sigur, at tað ber sjálvandi ikki til alla tíðina at verja slíkar pallar, men kortini hevur tað stóran týdning, at krígsskip og stríðsflogfør vísa seg í umhvørvinum rundan um olju- og gasspallar. Nato og ES hava júst sett á stovn eina deild, sum skal hava eftirlit við sonevndum krittiskum infrastrukturi eitt nú í Norðsjónum.

Equinor stjórin segði, at Troll pallurin fer at framleiða gass langt eftir 2050, tá flestu lond annars hava gjørt av at røkka null útlátsmálinum. Til tess ger Equinor stórar íløgur í fangan og goymslu av CO2 í undirgrundini nærhendis Troll eins og felagið ger íløgur í vindmylnulundir til havs. Hesi eru partur av grøna orkuskiftinum. 




Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder