Uttanlands

Neyvan stórar íløgur í norsku oljuvinnuni í bræði

Íløgurnar í oljuvinnuna í Norra fara at minka komandi árini og vaksa aftur í 2023

2020-06-19 16:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Hóast norska Stórtingið nú um dagarnar við stórum meiriluta samtykti ein hjálparpakka til hart raktu oljuvinnuna við ma. tí fyri eygað at fáa gongd á aftur íløgurnar í oljuvinnuna, metir Norges Bank, at tað fer at ganga rúm tíð, áðrenn verulig gongd kemur á aftur íløguvirksemi í vinnuni.

Í eini frágreiðing staðfestir bankin, at helst fara at ganga upp til tvey-trý ár, áðrenn íløgurnar aftur fara at merkjast. Tvs. at norski veitingarídnaðurin má til at laga seg eftir hesi gongdini.

Sambært frágreiðingini fara oljuíløgurnar at vaksa aftur í 2023. Í ár minka tær við 4%, í 2021 við 10% og í 2022 við 5%. Hetta skrivar E24 heimasíðan. Ikki fyrr enn í 2023 verður ein vøkstur uppá 5%, sum fyrst og fremst fer til útbygging av fundum. Hóast heldur døpru útlitini, so eru tey kortini betri enn mett hevur verið. Hækking av oljuprísinum og skattalættin hjá stjórnini eru við til at minka um fallið í íløgunum.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder