“Fyri áhugamálini hjá ES er Nord Stream 2 ein sera vánalig verkætlan, og hetta hevur Merkel eisini sjálv viðgingið, men fekk ikki steðgað verkætlanini, tí týsk vinnulívsfólk tóku undir við henni,” sigur Tusk.
Kortini vísti USA stóran mótvilja móti verkætlanini við teirri grundgeving, at Evropa fór at gerast alt ov bundið at Russlandi og tí sannroynd, at við at leggja gassflutningin uttan um Ukraina, so misti landið møguleikan fyri eini týðandi inntøku. USA setti við Donald Trump forseta í gildi boykott av fyritøkum, sum vóru partur av verkætlanini, nakað, sum Joe Biden forseti aftur setti úr gildi fyri at varðveita góðu viðurskiftini við Týskaland. Nú ljóða kortini nýggir tónar úr Hvítu Húsunum, sum aftur hótta fyritøkur, ið eru partur av verkætlanini, at verða boykottaðar.
Nord Stream 2 gassleiðingin er 1200 km. long og gongur úr Russlandi til Týskalands. Hon hevur kostað 11 mia. dollarar og skal veita gass til Evropa næstu 50 árini. Òttin fyri gassleiðingini stavar serstakliga frá møguleikanum hjá Russlandi at misbrúka hana í sínum geopolitikki, har trygdin hjá Vesturheiminum er í vanda. Í løtuni er eingin framleiðsla, tí týskir eftirlitsmyndugleikar sýta fyri at góðkenna hana, soleingi eigarin Gazprom ikki livir upp til treytir galdandi í Týskalandi.
Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald