Uttanlands

Nord Stream: Kanna ávísan bát í sambandi við yvirgangin

Donsk løgregla hevur gjørt kanningar á Christiansø í leitanini eftir bátinum

(Savnsmynd)

(Savnsmynd)

2023-03-08 15:52 Author image
Ingi Samuelsen
placeholder

Ákærumyndugleikin í Týsklandi hevur í dag váttað, at ein bátur, ið er undir illgruna at hava havt ein leiklut í spreingingunum av Nord Stream gassleiðingunum farna heyst, er kannaður av týsku løgregluni.

Júst í jagstranini av hesum báti, hevur danska løgreglan eitt nú verið á kanningarferð á Christiansø, lítla oyggin eystan fyri Bornholm í Eystrasalti.

Umsitarin av Christiansø, Søren Thiim Andersen, sigur sambært dr.dk, at løgreglan vendi sær til hansara í desember og bað um hjálp at finna ein bát.

Í tí sambandi hevur løgreglan kannað automatina í havnini, sum frítíðarsiglarar brúka, tá tey skulu rinda havnaavgjald, greiðir Søren Thiim Andersen frá.

Eftir áheitan frá løgregluni hevur hann eisini lagt eina áheitan út á Facebook bólkin fyri fólk á Christiansø, har heitt var á tey um at koma við upplýsingum, um tey høvdu myndir ella film frá nøkrum ávísum døgum í september.

Uppslagið var soljóðandi:

“Umsitingin hevur fingið eina áheitan frá løgregluni, ið spyr um nakar hevur myndir av skipum í havnini 16. – 18. september 2022. Hetta er liður í eini eftirkanning, og tey eru áhugað í einum ávísum skipi – og kunnu annars ikki geva fleiri upplýsingar, annað enn, at einki ólógligt er hent í havnini ella á oynni annars”.

Hetta er ikki einasta ferðin, at umsitarin hevur verið í sambandi við løgregluna um bátin, sum nú verður eftirkannaður, eftir at fleiri týskir miðlar í gjár skrivaðu, at løgreglan hevur eyðmerkt ein bát, sum skal havt verið brúktur í sambandi við yvirgangin móti Nord Stream-leiðingunum.

Sambært Søren Thiim Andersen, hevur løgreglan eisini verið á oynni fyri at hyggja tilfar ígjøgnum.

Týska miðilin, Die Zeit, skrivar, at kanningar benda á, at yvirgangurin móti gassleiðingunum nærhendis Bornholm varð framdur av seks persónum. Óvist er, hvaðani hesi fólkini koma, skrivar blaðið.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder