Uttanlands

Norðmenn byggja nú heimsins størstu havvindmylnulund

Norska oljuvinnufyritøkan Kværner er farin undir byggingina av heimsins størstu flótandi havvindmylnulund, Hywind Tampen.

2020-10-02 14:31 Author image
Jan Müller
placeholder

[object Object]

Tað var eingin minni enn norski forsætisráðharrin Erna Solberg, sum klipti snórin á Kværner skipasmiðjuni, tá fyrsta stig varð tikið til bygging av heimsins fyrstu havvindmylnulund.

Arbeiðið er júst byrjað á Kværner Stord í Norra. Verkætlanin letur upp fyri nýggjum møguleikum í norskum ídnaði. Tað var Erna Solberg, forsætisráharri, sum “setti spakan” í hesa nýggju og slóðbrótandi verkætlan. Kværner, sum hevur verið ein av undangongufyritøkunum í menningini av norsku oljuvinnuni, skal byggja 11 flótandi betongelement til turbindurnar á Hywind Tampen. Equinor, sum stendur á odda fyri hesum stóra projektinum, ætlar við hesum at leggja til brots at reka oljupallar við streymi frá vindmyllum til havs. Hetta fyri at minka um CO2 útlátið.

Hywind er eitt nýtt kapittul í søguni um orkutjóðina Norra sigur Équinor í eini viðmerking. -Við stuðuli frá norskum myndugleikum eru vit farin undir størstu og fyrstu verkætlanina við orku frá havvindmyllum. Hetta er eitt stig á leiðini at menna flótandi havvindmylnutøknina saman við norska veitingarídnaðinum, sigur Eldar Sætre, samtaksstjóri í Equinor.

"Í tann mun vit megna at gera orku frá havvindmyllum kappingarføra við aðrar orkukeldur sum Hywind Tampen verkætlanini, so varandi orka fáa nógv størri týdning fyri altjóða orkuveiting í framtíðini. Henda menningin kann eisini fáa alstóran týdning fyri møguleikarnar hjá norska ídnaðinum”, sigur Sætre. Equinor ætlar, at orka frá flótandi havvindmyllum skal vera kappingarfør við aðrar orkukeldur innan 2030.

[object Object]

Samtaksstjórin í Equinor Eldar Sætre til hátíðarhaldið, tá "spakin" varð settur í fyrstu havvindmylnulundina á skipasmiðjuni hjá Kværner.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder