Uttanlands

Norðmenn ivasamir um vindorku

Nærum annarhvør norðmaður sigur nei til útbygging av vindmyllum í egnari kommuni. 

2025-04-30 16:10 Author image
Jan Müller
placeholder

Tað vísir kanning InFact hevur gjørt fyri blaðið Nationen. Hetta skrivar Finansavisen.  

Ein samanbering av spyrjikanningum frá 2024 og 2025 vísir, at færri norðmenn eru jaligir, tá tað kemur til at seta upp vindmyllur í egnari kommunu. Í 2023 stuðlaðu ein av trimum útbygging, meðan talið í dag er minkað til ein av fýra norðmonnum. Samtíðis er mótstøðan úr 43% til umleið 45% skrivar blaðið.

Tað eru serstakliga menn, sum ivast í, at vindmyllur er tað rætta. Tað veldst tó um, hvar tú er stæddur í Norra, hvønn veg ivin finst.

Í Oslo økinum siga einans 35% gott fyri vindmyllum, meðan 29% eru ímóti. Í restini av Noregi er støðan ein onnur, tí bæði í Miðnoregi og Norðurnoregi eru 53% ímóti vindorku, men einans 25% stuðla slíkari.

 

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder