Uttanlands

Norðsjóvaroljan før fyri at klára kreppuna her og nú

Men verða ikki gjørdar nýggjar íløgur uppá sikt, so verður tað endin á Norðsjóvarævintýrinum metir greiningarfyritøka

2020-03-25 09:58 Author image
Jan Müller
placeholder

Lági oljuprísurin og koronasóttin hava stórar avleiðingar fyri olju- og gassvinnuna kring knøttin og ikki minst í okkara parti av heiminum. Við einum oljuprísi niðanfyri 30 dollarar eru nógvar framleiðslur og íløguætlanir ikki lønandi.

Men tað kann skjótt broytast, um oljuprísurin aftur fer at hækka, og samfelagshjólini fara í gongd aftur eftir koronakreppuna. Tvs. um og tá eftirspurningurin eftir olju og gassi aftur fer at vaksa. Hetta er tó í óvissuni í løtuni.

Nú um dagarnar frættu vit, at oljuvinnan í bretska partinum av Norðsjónum hongur í einum klønum tráð. Eisini frættist,  at oljuvinnan í Noregi er hótt. Men taka vit allla olju- og gassvinnuna í Norðsjónum samlað, so eru metingarnar hjá kendu ráðgevara- og greiningarfyritøkuni "Wood Mackenzie" meira jaligar.

Hon metir, at olju- og gassframleiðarar í Norðsjónum eru førir fyri at handfara tær stóru avbjóðingar, sum liggja fyri framman. Í hvussu er um talan er uppá stutt sikt. Tá fer Norðsjóvaroljan at yvirliva sigur greinari hjá Wood Mackenzie.

Tær lækkingar í kostnaðinum, sum komu eftir seinastu oljukreppuna í 2015-16, hava havt við sær, at verandi framleiðsla í Norðsjónum er lønandi við einum oljuprísi uppá 30 dollarar fyri tunnuna. Men við einum verandi oljuprísi uppá 30 dollarar fer ein fjóðringur av framleiðandi feltunum at koyra við undirskoti metir Naivan Boroojerdi, greinari hjá Wood Mackenzie.

Skal Norðsjóvar oljuvinnuni verða lív lagað, metir hann, at tað hevur alstóran týdning fyri vinnuna, at hon minkar um sínar rakstrarútreiðslur, um talan er um eitt oljufelag, sum arbeiðir í Norðsjónum.

Uppá longri sikt er haraftrat tørvur á at gera nýggjar íløgur, sum kunnu økja um framleiðsluna og aftur verða við til at minka um framleiðslukostnaðin.

Um oljuídnaðurin harafturímóti velur at minka um íløgurnar, so fer tað at verða endin á Norðsjóvaroljuni metir Wood Mackenzie. Tær flestu av íløguætlanunum í 2020 eru longur lagdar á hillina. Við verandi oljuprísi fara umleið tveir triðingar av samlaða menningarbudgettunum at verða strikað yvir eitt 5 ára tíðarskeið.

Bara í Bretlandi kunnu árligu íløgurnar minka til undir eina mia. dollarar í 2024, og  tað kann merkja, at olju- og gassfund, sum longu eru gjørd, verða liggjandi. Wood Mackenzie metir, at umleið 6 mia. tunnur av lønandi olju, harvið kunnu blíva liggjandi í undirgrundini.

Tað telur so eisini skeiva vegin fyri oljufeløgini, at fleiri bankar fara at vera afturhaldandi at halda fram við at fíggja fossila orku. Wood Mac metir, at tað eisini fer at verða eitt krav til oljufeløgini, at tey mugu laga seg til at vera partur av eini grønari framtíð uppá longri sikt.

Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder