Uttanlands

Norðurlendskar náttúruloysnir á COP27

Klokkan 12.30 í dag byrjar tiltakið Coexistence with Nature á veðurlagsráðstevnuni COP27, sum í ár verður hildin í Sharm el-Sheikh. Tað eru Sigga Jacobsen og Jóna Ólavsdóttir frá Umhvørvisstovuni, sum saman við øðrum skipa fyri tiltakinum, sum hevur til endamáls at vísa á, hvussu vit innrætta okkum í samljóði við náttúruna.

2022-11-16 11:12 Author image
Jan Müller
placeholder

Hetta kann millum annað gerast við at brúka tey amboð, sum náttúran longu hevur, til at minka um veðurlagsbroytingarnar og varðveita lívmargfeldið – við øðrum orðum: við at brúka náttúruloysnir. Norðurlendska ráðharraráðið hevur fíggjað fleiri verkætlanir innan náttúruloysnir í Norðurlondum, og á tiltakinum verða m.a. nýggjastu granskingarúrslitini løgd fram skrivar Umhvørvisstovan á síni heimasíðu. 

Tiltakið kann stroymast her kl. 12.30: https://www.norden.org/da/node/75788


Vinarliga broyt tínar kennifíla - og privatlívsstillingar fyri at síggja hetta innihald

placeholder